Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað skal loysa seg at arbeiða, stovna fyritøku, vera lesandi ella lærlingur, stovna familju og eisini at fáa børn.

Skatturin skal lækkast, so tað aftur fer at loysa seg betur at arbeiða.

Lóggávan skal verja og fjálga um familjuna.

Barnsburðarskipanin skal endurskoðast, so foreldrini sjálvi hava frælsi at skipa barsilin.

Barsilsskipanin skal eisini fevna um lesandi og taka serlig atlit til præmatur føðingar og annað.

Peningurin til ansing skal fylgja barninum.

Barnafrádrátturin skal hækkast.

Lærlingar og lesandi skulu kunna forvinna 85.000 kr skattafrítt.

Vinnan skal hava góðar umstøður.

Avgjøld á vinnu skulu lækkast ella takast burtur.

Smáar fyritøkur, sjálvstøðugt vinnurekandi og íverksetarar skulu fáa hjálp og vegleiðing í samskiftinum við myndugleikarnar.

Tað fer at loysa seg, um tú velur Fólkaflokkin

Jørgen Niclasen,
valevni Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo