Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Hagstovan ger upp bruttovirðisøkingina í Føroyum, og í 2021 stóðu tilfeingisvinnurnar fyri 16% av bruttovirðisøkingini, framleiðsluvinnurnar fyri 21% og tænastuvinnurnar fyri heili 63% av bruttovirðisøkingini.

Myndin niðanfyri vísirr virðisøkingina í búskapinum býtt á vinnugreinar. Tilfeingisvinnurnar undir einum koma við 16% av samlaðu virðisskapanini í Føroyum. Býtt á vinnugreinar, stavar 10% av virðisøkingini frá fiskiveiðu og 6% frá aling.

Framleiðsluvinnurnar undir einum koma við 21% av virðisskapanini, til dømis kemur byggivinnan við 7% av samlaðu virðisøkingini.

Heili 63% av virðisøkingini stavar frá tænastuvinnunum, har eitt nú søla-, gisti- og matstovuvinnan kemur við 11% til samlaðu virðisskapanina í føroyska búskapinum. 

Les meira í ársfrágreiðing Landsbankans um fíggjarligt støðufesti 2022. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo