Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tær 323 milliónirnar, sum tódna niður í 68 millónir ella áleið 0,84 kr/kg.

Exit Russland er ein frágreiðing, sum er givin út í vikuni. Hon lýsir ymisk viðurskiftir millum Russland og Føroyar. Eg fari at viðmerkja eitt tal, og sum er tað størsta talið í frágreiðingini.

Exit Føroyar sigur, at um so var, at svartkjafturin á 82.000 tons var avreiddur í Føroyum, hevði virðisøkingin verið 323 mió. kr. Eg fari beinanvegin at siga, at hetta talið er skeivt og fari at grundgeva fyri hesum niðanfyri.

Frágreiðingin sigur, at avreidd eru 171.603 tons av svartkjafti í 2021. Hetta taki eg fyri góða vøru, og brúki hetta talið.

Meirvirðið á 323 mió. kr. er funnið við at taka alla virðisøkingina hjá Bakkafrost við og leggja hana omaná svartkjaftin, sum fer at vera avreiddur á Havsbrún. Við hesum sigur frágreiðingin, at alivinnan eingi virðir skapar, men at pelagiska vinnan og Havsbrún skapa øll virðini.

Ein háttur at hyggja eftir virðisskapan er at hyggja eftir bruttovinninginum hjá einstøku fyritøkuni í vinnuni. Bruttovinningurin sigur, hvussu nógv er eftir at avløna framleiðslumiðlarnar við eftir, at alt keyp av rávøru og tilfar er trekt frá. Tað hevur týdning ikki at rokna tað við, sum onnur hava skapt.

Hyggja vit fyrst eftir alivinnuni, keypir hon fóður, streym, pakning og olju við meira. Alt hetta hava aðrar vinnur skapt og skal tí ikki roknast við í virðisskapanina í alivinnuni.

Tríggjar fyritøkur eru í alivinnuni, og bruttoúrslitið hjá Luna í 2021 var 367 mió. kr., hjá Mowi 153 mió. kr og hjá Bakkafrost var tað 1.692 mió. kr. ella tilsamans 2.212 mió kr.

Hetta er íkastið, sum alivinnan gevur samfelagnum.

Alivinnan kann standa einsamøll, tí øll feløgini kunnu keypa fóður úr Norra, Íslandi ella Danmark og virðisskapanin í alivinnuni hevði verið eins góð, um so var. So um eingin svartkjaftur var avreiddur í Føroyum, hevði alivinnan skapt tað sama av virðum sum nú.

Havsbrún hevði í 2021 ein bruttovinning á 359 mió. kr. Hetta eru tey virðir, sum Havsbrún hevur skapt eftir at rávøra, streymur, olja og annað, sum keypt er, er trekt frá. Um so var, at hesi 82.000 tonsini, sum russar í dag fiska, skuldu avreiðast til Havsbrún, skal virðisskapanin av teimum setast í mun til bruttovinningin hjá Havsbrún og ikki hjá Bakkafrost samtakinum.

Havsbrún livir sítt egna lív. Havsbrún kann velja at framleiða lýsi, mjøl og fóður og selja alt av landinum. Havsbrún hevur ikki fyri neyðini, at ein føroysk alivinna er til. Havsbrún var eisini til langt áðrenn nøkur alivinna sá dagsins ljós.

Um vit siga, at Havsbrún móttekur 171.603 tons eins og frágreiðingin leggur upp til, og áleið 40% av virkseminum er svartkjaftur, so er virðisskapanin av svartkjafti í 2021 á Havsbrún 144 mió. kr. ella 0,84 kr/kg.

Um lutfallið millum 171.600 tons og tey 82.000 tonsini, sum skulu avreiðast afturat til Havsbrún, verður funnið og falda við 40% av bruttovinninginum, gevur tað 68 mió. kr.

So hetta er virðið, sum Havsbrún kann skapa afturat, um 82.000 tons vera avreidd afturat. Talið er allarhelst sett ov høgt, men hetta er tað, sum tey tølini, sum eru almenn, vísa.

Virðisøkingin á landi av svartkjafti er tí 0,84 kr/kg. og ikki sum frágreiðingin sigur 3,95 kr/kg.

Eg havi onga aðra viðmerking til frágreiðingina, tí eg havi ikki innlit í tey viðurskiftini annars. Eg vil bara vísa á hendan skeivleikan.

Hans Jákup Mikkelsen

Les eisini:

Sjúrður Skaale brúkar skeiv og villleiðandi tøl um Barentshavið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo