40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Giktafelag Føroya hevur seinasta árið fingið sera nógvar ørkymlandi fráboðanir og neyðaróp frá limum í mun til teirra trygd sum giktasjúklingar í Føroyum.

Sum samtykt á aðalfundi hjá Giktafelag Føroya, verður hetta skriv sent sjúkrahúsverkinum, landsstýriskvinnuni í heilsumálum og øðrum viðkomandi pørtum.

Gikt, hvat er tað?
Sjúkan, ið sjáldan sæst, men sum merkist hvønn einasta minutt av hvørjum degi árið runt. Sjúkan, ið ikki er deyðilig í sjálvum sær, men sum er varandi og drenar hvørt strá av lívsgóðsku. Sjúkan við teimum mongu ljótu skortunum og teimum mongu heitunum, men sum vit kenna undir felagsheitinum “Gikt”.

Ein varandi sjúka
Gikt er ein varandi sjúka, ið fevnir um áleið 200 ymiskar sjúkuavgerðir, og er allarhelst hin mest útbreidda varandi sjúkan, vit hava í Føroyum. Gikt verður ofta umtalað sum ein fólkasjúka og ikki ein sokallað akademisk sjúka. Gikt hevur sostatt ongantíð staðið fremst í røðini yvir sjúkur, ið serfrøðingar halda vera áhugaverdar at kanna nágreiniliga.

Í Danmark eru fleiri almenn tøl yvir gikt. Til dømis vita vit, at yvir 700.000 giktasjúklingar eru í Danmark. Vit vita eisini, at áleið 6.000.000 menniskju búgva í Danmark. Sostatt hevur áleið 8-9. hvør danskari gikt. Umrokna vit hetta til tøl í føroyum, har vit búleikast áleið 53.000 menniskju, hava áleið 6.000 menniskju í Føroyum gikt.

Vit hava tó onkur almen tøl yvir almannaveitingar til giktasjúklingar:

• Tillagað starv
     o Samlað tal av játtanum
      ▪ 2022: 92
      ▪ 2021: 72
      ▪ 2020: 100

    o Játtanir, orsakað av giktasjúku
      ▪ 2022: 15
      ▪ 2021: 22
      ▪ 2020: 29

• Fyritíðarpensjón
    o Samlað tal av játtanum
      ▪ 2022: 302
      ▪ 2021: 311
      ▪ 2020: 302

    o Játtanir, orsakað av giktasjúku
      ▪ 2022: 77
      ▪ 2021: 93
      ▪ 2020: 87

Føroyska verðurlagið
Harumframt vita vit, at føroyska veðurlagið ikki stuðlar giktasjúklingum á nakran hátt. Hetta, tí vit hava eitt tað slavnasta og mest skiftandi veðurlagið, ið eisini er heldur kaldligt. Giktasjúklingar í Føroyum stríðast tí hvønn einasta dag við pínu og fortreð av ymiskum slag og hetta í størri mun enn í restini av heiminum orsakað av okkara slavna veðurlagi. Dagligdagurin hjá hesum mennniskjum er merktur av pínu, skerdum kroppsligum førleikum og dalandi lívsgóðsku.

Heilivágur og sparingar
Tá ið man fær staðfest eina inflammatoriska giktsjúku, eitt nú liðagikt, Morbus Bechterew og psoriasisgikt, hevur tað stóran týdning, at man fær røttu viðgerðina. Endamálið við viðgerðini er at minka um sjúkueyðkenni og pínu, tálma inflammatión og royna at forða fyri, at liðini fáa skaða.

Fyri nógvar giktasjúklingar er heilivágurin avgerandi fyri, at tey fáa eitt virðiligt lív, lívsgóðsku og megna at varðveita sítt starv.

Inflammatorisk gikt kann viðgerðast við ymiskum heilivági, m.a. biologiskum og biosimilærum heilivági.

Biologiskur heilivágur
Biologiskur heilivágur virkar við at tálma inflammatorisku gongdina, sum fer fram í liðunum, tá ið man fær giktasjúku.

Biosimilærur heilivágur
Biosimilærur heilivágur eftirger kendan biologiskan heilivág. Tá ið pantentið av upprunaheiliváginum rennir út, kunnu aðrir heilivágsframleiðarar framleiða eftirgjørdan heilivág, sum kann seljast fyri munandi lægri prís.

Biosimilærur heilivágur er tó ikki neyvt tann sami sum biologiskur heilivágur. Hann er biosimilærur, sum merkir, at hann líkist. Tað kunnu vera smærri ymiskleikar í tí torgreidda molekylebygnaðinum, sum kann hava við sær, at biosimilæri heilivágurin hjá summum ikki virkar eins væl og tann biologiski heilivágurin.

Áðrenn farið verður til biologiskan ella biosimilæran heilivág, verður annar heilivágur vanliga royndur fyrst. Um hesin ikki riggar, avgerð giktalæknan síðan, um biologiskur ella biosimilærur heilivágur skal roynast. Í flestu førum verður roynt fyrst við biosimilærum heilivági.

Týdningarmikil heilivágur
Sum áður nevnt, er hesin heilivágur altavgerandi fyri onkrar giktasjúklingar. Tað er tí sera ørkymlandi at hoyra, at fleiri giktasjúklingar nú fáa umbýtt sín biologiska heilivág, við biosimilæran heilivág, ella at heilivágurin heilt verður steðgaður, meðan onnur, har annar heilivágur ikki hjálpir, ikki fáa møguleika at royna biologiskan ella biosimilæran heilivág. Grundgevingin er, at heilivágurin, sum sjúklingarnir fáa, er ov dýrur.

Spurningurin er tó, um hetta veruliga er ein sparing?

Giktasjúkur eru fjølbroyttar og torgreiddar
Tað finnast nógv ymisk sløg av biologiskum heilivági, og hvat slag verður valt hongur saman við, hvørja giktasjúku sjúklingurin hevur, hvussu illa fyri hann er, og hvørji fysisk eyðkenni einstaki sjúklingurin hevur.

Giktasjúkur eru fjølbroyttar og torgreiddar, og tað, sum riggar hjá einum sjúklingi, riggar ikki altíð hjá einum øðrum, hóast tey hava somu giktasjuku.

Mannagongdin, tá ið giktasjúklingar fáa biologiskan heilivág, hevur verið og er framvegis, at fyrst verður biosimilærur heilivágur royndur. Sjúklingur fær hetta í 4 – 6 mánaðir fyri at vita, um heilivágurin hjálpir. Um hetta ikki hjálpir, verður roynt við øðrum slagi av biosimilærum heilivági.

Ein sannroynd er, at allir sjúklingar ikki tola øll sløg av biologiskum og biosimilærum heilivági eins væl. Onkur fær allergi ella onnur sjúkueyðkenni av hesum heilivági, sum ger, at tey mugu skifta til okkurt annað slag.

Ein onnur sannroynd er, at kroppurin við tíðini kann gera antistoffir móti biologiska heiliváginum, so hann ikki longur virkar, sum hann skal. Hetta ger, at man skal verða ansin við at skifta út heilivág, sum riggar.

Eitt hugsandi dømi:
Ein sjúklingur fær biologiskan heilivág aftaná at hava roynt ymiskan biosimilæran heilivág. Hetta riggar, og sjúklingurin fær tað betur. Aftaná eina tíð fær sjúklingurin nú útskift biologiska heilivágin við biosimilæran heilivág, tí tað skal sparast. Heilivágurin riggar ikki, sjúklingurin verður verri fyri, fær kanska ikki arbeitt og lívsgóðskan versnar. Avgerð verður síðan tikin um, at sjúklingurin aftur skal fáa biologiska heilivágin. Trupulleikin er tó, at nú hevur sjúklingur útviklað antistoffir móti heiliváginum, hann áður fekk, og virknaðurin er tí minkaður, ella heilivágurin virkar als ikki.

Sparir samfelagið, tá ið giktasjúklingar vera verri fyri?
Aftur til spurningin, hvørt tað er ein sparing fyri samfelagið at geva giktasjúklingum bíligari heilivág ella taka heilivágin frá teimum. Um ein giktasjúklingur verður verri fyri, so kostar hetta eisini samfelagnum. Um giktasjúklingurin fær viðgerð tíðliga í sjúkragongdini, megnar hann kanska at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Hinvegin vísa tøl, at umleið ein triðingur av øllum teimum, sum fáa fyritíðarpensjón, fáa hetta vegna gikt. Somuleiðis er umleið ein triðingur av teimum,sum fáa játta tillagað starv, fólk við gikt.

Giktasjúkur hava nógva pínu og møði við sær og ávirkar sjúkan tí eisini lívsgóðskuna í stóran mun.

Tað ávirkar eisini familjuna hjá sjúklinginum at síggja ein, tey eru góð við, hava nógva pínu og hava trupulleikar við at klára dagligdagin. Hetta kann í síðsta enda eisini koma at kosta samfelagnum nógv.

Samstundis hava nógvir borgarar í Føroyum ikki fastan kommunulækna. Hetta skapar ein dupultan trupulleika, tá ein giktasjúklingur ongan fastan kommunulækna hevur og heldur ongan fastan giktalækna. Hetta økir í stóran mun um vandan fyri vantandi viðgerð, og at sjúklingar kunnu gerast sera sjúkir, áðrenn teir koma til ein giktalækna.

Tað er bíligari og betri bæði fyri sjúklingin og samfelagið, at sjúklingurin fær røttu viðgerðina og rættan heilivág, ið virkar. Lív hansara og lívið hjá teimum avvarandi er treytað av hesum.

Klimaviðgerð, venjing og sparingar
Eitt av málunum, sum er viðkomandi at hava við, er spurningurin um klimaviðgerð. Aðalfundurin gleðist um, at Giktafelag Føroya, saman við Føroya Psoriasisfelag á Løgtingsfíggjarlógini hava fingið 250.000 krónur í part til hesa viðgerð, men vil tó vísa á, at venjingar og heilsufremjandi tiltøk annars, sum prinsipp ikki eigur at vera latið í hendurnar á sjúklingafeløgum. Hetta eigur at vera nakað, sum sjúklingar hava rætt til, umvegis sjúkrahús og líknandi almennar tænastur, sum eiga at vera partur av einum vælferðarsamfelag.

Skipanin riggar ikki!
Síðan Pero Soré varð loystur úr starvi, hevur hendan skipanin ikki verðið bjóðað giktraktum borgarum, heldur ikki teimum, sum ongan annan viðgerðarhátt tola, og tí hava feløgini í felag sent fram ynski um at yvirtaka hesa viðgerð. Hetta, hóast tað stríðir ímóti tí, sum feløgini meta vera uppgávan hjá sjúklingafeløgum, men tá ið viðgerðartilboð sum hetta ikki verða veitt umvegis heilsuverkið, kunnu sjúklingafeløgini ikki bara lata standa til, men hava heldur tikið ábyrgd av teimum sjúklingum, sum feløgini umboða.

Praksis áður
Praksis fyri klimaviðgerðina á giktaøkinum hevur verið, at teir føstu giktalæknarnir avgerða, hvør verður sendur í viðgerð og ikki. Hetta, tí at teir staðbundnu giktalæknarnir sjálvir kenna sínar sjúklingar best. Við tí nýggju praksisini, skulu giktalæknarnir innstilla sínar sjúklingar til eina visitatiónsnevnd, sum síðan ger av, hvør sleppur avstað og ikki. Hetta, hóast visitatiónsnevndin ikki er mannað við nøkrum giktalækna.

Tað vil altso siga, at ístaðin fyri, at tann, sum við sínum fakliga innliti og kennskapi til sjúklingin kann gera av, hvør hevur tørv á hesi viðgerð, skal avgerðin flytast í eina nevnd, sum hvørki hevur fakligt innlit ella kennskap til sjúklingin. Tað er bureaukrati fyri bureauktariið skyld, sum ikki fellur til fyrimuns fyri sjúklingin, og sum við konsulentskipanini, sum verður lýst seinni í skrivinum, verður púra burturvið. Hetta, tí tá er tað ein giktalækni, sum ikki kennir sjúklingin, sum kann inntilla sjúklingin til eina nevnd, sum heldur ikki kennir sjúklingin. Komedia ella tragedia, tað er ikki altíð lætt at kenna munin.

Hendan praksisin treytar eisini, at teir giktalæknarnir, sum gera innstillingarnar til visitatiónsnevndina, skulu útfylla ymisk skjøl til nevndina, sum nevndin síðan kann taka støði í. Hetta tekur tíð frá tí viðgerðandi arbeiðinum hjá læknunum og er harvið ikki til fyrimuns fyri ta longu bíðitíðina, sum er at koma framat einum giktalækna. Her skulu vit enn einaferð vísa á, at hesi skrivligu skjøl skulu fyri eina nevnd, sum ikki fevnir um nakran giktalækna.

Klimaviðgerð er einasta alternativ fyri summi
Aðalfundurin metir, at klimaviðgerð umvegis sjúklingafeløgini er betri enn, at klimaviðgerð slett ikki verður veitt sum viðgerðarformur. Serliga, tá hugsað verður um hesa áðurnevndu praksis fyri innstilling til klimaviðgerð, og tá hugsað verður um tey vantandi tilboð, sum eru fyri giktasjúklingar í Føroyum yvirhøvur. Tað eru sera fá venjingar- og viðgerðartilboð í Føroyum, og at taka frá hesum tilboðum uttan at leggja afturat við øðrum tilboðum er púra burturvið.

Hóast venjingarhyljar eru atkomiligir í Klaksvík, Suðri og í Tórshavn, er hetta eitt sera soltið tilboð, sum ikki rakar stórar partar av teimum sjúklingum, sum hava tørv á tí. Venjingarhylurin í Havn, har flestu borgarar í landinum búgva, rúmar einans trimum í senn, og tí mugu sjúklingar í stóran mun ferðast til Klaksvíkar ella Suðriar, um teir skulu venja í heitum hyli. Harafturat liggja flestu venjingartilboð í dagtímunum, sum ger, at fólk, sum enn eru á arbeiðsmarknaðinum, ikki hava atgongd til hesi tilboð. Giktasjúklingar eru útsettir, og á arbeiðsmarknaðinum hava teir tørv á at brúka sínar sjúkradagar og avspáking uppá sjúku. Ikki til venjing, hóast teir hava tørv á viðlíkahaldsvenjing, um teir framhaldandi skulu vera á arbeiðsmarknaðinum.

Giktaøkið má lyftast sum heild
Aðalfundurin vil tí vísa á, at Pero Soré eisini er týdningarmikil fyri giktaøkið, um klimaviðgerðartilboðið framhaldandi skal liggja í einari tryggari legu, og at tørvurin ikki bert er á at varðveita klimaviðgerðina sjálva, men at lyfta alt økið sum heild, so at øll tey, sum hava tørv á viðgerð, kunnu fáa viðgerð. Vera viðgerðarmøguleikarnir ikki øktir og betraðir, fara giktasjúklingar at tyngja um trýstið á alt vælferðarsamfelagið. Tað kunnu vit staðfesta, tí sum er, eru giktasjúklingar væl umboðaðir í skipanunum hjá Almannaverkinum. Giktasjúklingar eru møguliga enntá tann mest umboðaði bólkurin av øllum.

Tá vit í dag síggja, at áleið ein triðjingur av øllum nýggjum fyritíðarpensjónistum og áleið ein triðjingur av øllum nýggjum fólkum í tillagagum størvum, koma í hesar skipanir, orsakað av gikt, eigur ein at vera sera varin, tá ið ein hugsar um sparingar og at avlaga viðgerðartilboð. Tí verður tað spart á heilsuøkinum, er tað skjótt at tað dýrkast á almannaøkinum, og bæði almannaøkið og heilsuøkið fáa sína fígging úr sama felagskassa.

Konsulentskipanin og sparingar
Síðan 2008 hava vit í Føroyum verið so heppin at hava havt sama serlækna innan giktasjúkur í sjúkrahúsverkinum, nevniliga Pero Soré, sum hevur viðgjørt stóran part av giktasjúklingunum í Føroyum. Hann kennir sjúklingarnar og hevur gjørt sítt allarbesta at hjálpa teimum og tryggjað teirra rættindi sum sjúklingar.

Sjúklingarnir hava kent seg sæddar, hoyrdar og virdar undir hansara kønu leiðbeining, viðgerð og hjálp.

Konsulentskipanin
Knappliga miðskeiðis í 2022 var hetta ikki veruleiki longur. Hetta til ørkymlan, ótta og ótryggleika hjá giktasjúklingunum í Føroyum.

Nú var bráðliga bert tann eini giktalæknin eftir á Landssjúkrahúsinum, ið bert hevur starvast sum giktalækni í góð fýra ár, og tí ikki kennir fleiri av sjúklingunum eins væl og Soré.

Ístaðin varð Soré skiftur út við eina konsulentskipan, sum varð sett í verk, har konsulentar úr Danmark, ið eisini eru giktalæknar, verða sendir til Føroya áleið 3. hvørja viku, og eru í Føroyum í áleið eina viku hvørjaferð. Ymiskir konsulentar, ið skiftast um at koma higar.

Hesir skiftandi konsulentar kenna ikki sjúklingarnar. Teir broyta í viðgerð og heilivági hjá sjúklingum við tí úrsliti, at fleiri sjúklingar eru vorðnir ússaligari, og viðgerðin og/ella heilivágurin hevur gjørt størri skaða enn gagn. Hetta hevur loypt ørkymlan, ótta og ótryggleika á fleiri sjúklingar, og kenna teir, at teir eru sleptir fullkomiliga upp á fjall og verða ikki longur hoyrdir, sæddir ella virdir.

Aðalfundurin hjá Giktafelag Føroya loyvir sær at spyrja, hvat endamálið er við hesi skipan?

Vandin fyri mistøk økist
Hvussu kann tað heilsufakliga tæna sjúklingunum, at konsulentar verða sendir til Føroya at hjálpa sjúklingum, ið teir ikki kenna? Gikt fevnir um so nógvar ymiskar giktasjúkur, harav nógvar eru sera torførar at viðgera. Harumframt kann tað vera sera torføt at finna rætta heilivágin til einstaka sjúklingin. Hetta, tí at nógvur ymiskur heilivágur finst, sum virkar ymiskt frá sjúklingi til sjúkling.

Samstundis hevur sjúklingurin ikki ein fastan lækna, sum kennir hann og hansara sjúku. Ístaðin møtir hann einum nýggjum lækna hvørjaferð, sum ikki kennir hansara søgu. Vandin fyri, at giktasjúklingurin ikki fær ta viðgerð, hann skal, er stórur. Samstundis økist vandin fyri mistøkum eisini.

Eru sparingar altíð sparingar
Politiska skipanin tosar um fíggjarligar sparingar - eisini í heilsuverkinum. Hvussu kann konsulentskipanin vera nøkur sparing? Fyri tað fyrsta kosta konsulentarnir nógv at senda higar, bæði í løn og uppihaldi. Konsulentarnir eru bert styttri tíðarskifti í landinum og bíðitíðin at sleppa til verður tí longri. Harafturat hava sjúklingarnir, sum sagt, mangan fingið tað verri, tá teir hava verið til viðtalu hjá hesum konsulentum, tí konsulentarnir gera broytingar í viðgerð og/ella heilivági hjá sjúklingunum, sum hevur ført við sær, at sjúklingurin hevur fingið tað verri heilsuliga.

Tað kostar sostatt samfelagnum í spiltum útreiðslum til heilivág og/ella viðgerð, sum ikki riggar. Av somu orsøk kostar tað eisini samfelagnum, við tað, at hesir sjúklingar eru so merktir av sjúkuni, at teir bert megna at arbeiða niðursetta tíð ella slettis ikki megna at arbeiða. Sostatt mugu teir antin hava tillagað starv ella enda sum fyritíðarpensjónistar.

Høvdu sjúklingarnir ístaðin fingið røttu hjálpina, høvdu fleiri teirra kunnað verið so væl fyri kropsliga, at teir megnaðu at arbeiða og virka í samfelagnum.

Við tað, at bíðitíðin á Landssjúkrahúsinum er long, leita nógvir giktasjúklingar út til privatvirkandi gektalæknan Soré. Aðrir sjúklingar leita sær higar, av tí at teir kenna seg sleptar á fjall og hava tørv á serkønari hjálp frá Soré, ið kennir teir sum patientar, og harvið eisini teirra tørv.

Við tað, at nógvir sjúklingar leita sær hjálp hjá Soré, tekur hetta nakað av trýstinum á Landssjúkrahúsinum. Tó so er tað ein stokkut gleði og hjálp, sum sjúklingarnir í roynd og veru fáa hjá privatvirkandi giktalæknanum. Hetta, tí Soré sum privatvirkandi giktalækni hevur ikki atgongd til ymiskar diagnostiskar skipanir og viðgerðarskipanir, og kann ikki útskriva heilivág. Soré kann tí sum privatvirkandi giktalækni bert ráðgeva sjúklingunum.

Aðalfundurin vil eisini vísa á, at tað trýstið á giktaøkinum, sum Soré í dag lættir, kemur at leggjast á ta longu trýstu skipanina, um ikki Pero Soré verður settur í starv aftur. Hetta tí at um Soré ikki kemur aftur í starv, verður hann sjálvsagt noyddur at leita sær aðrar leiðir, og við honum hvørvir eisini giktatænastan hjá Soré.

Aðalfundurin hjá Giktafelag Føroya heitir tí staðiliga á leiðslu landsins og sjúkrahúsins um at seta Pero Soré aftur í starv stundisliga, so at giktasjúklingar Føroya kunnu fáa rætta leiðbeining, viðgerð, heilivág og hjálp, sum munar, og sum sjúklingarnir kenna seg tryggar við, og so at tænastan hjá Soré ikki hvørvir.

Hetta til stórt gagn fyri sjúklingarnar, sjúkrahúsverkið og landið!

Vegna fundarfólkið á aðalfundinum, mikudagin 12. apríl 2023,

Giktafelag Føroya

Les eisini:

Fylgiskjal - Áheitanir og úttalilsir

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo