Menniskjan livir sum um hon ongantíð fer at doyggja. Og doyr so uttan nakrantíð at hava livað
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað eru mangir føroyingar, sum ganga runt við eini fjaldari sorg, einum goymdum sári. Tey hava mist onkran av sínum kæru á havinum pápan, abban, sonin, beiggjan ella mannin, og mong av okkum hava mist ein vin o.s.fr.

Allahalgannadag samlast fólk runt allar oyggjarnar til minnisvarða teirra sjólátnu og seinni er siður hjá summum at fara til Gudstænastu, at minnast tey lív, sum vóru, men ikki eru meira. Hetta er rótfest djúpt inni í tí føroysku fólkasálini.

Mín familja bleiv eisini rakt. Ein páskadag 26. mars í 1967, fekk pápi mín og familjan boðini um at beiggi hansara var sjólátin. Hetta merkti okkara familju niðri í Blásenda í Skopun. Hesin sjolátnið beiggin hevði konu, sum bíðaði heima, við teirra lítla soni og einari diddu, sum ikki enn var komin til verðina.

Omman og abbin blivu ongantíð heilt tey somu aftur, men nú eru tey har, sum sorgin endar.

Enn merkist á pápanum og núlivandi systkjum hansara, at ein sorg er har, eitt sár liggur har, ein beiggi teirra er saknaður.

Tí er tað so vakurt at síggja, at pápin og systkini, ofta saman við børnum sínum og ja enntá barnabørnum, samlast allahalgannadag at minnast. Tað eru heilt vist fleiri á hesum klettum, sum hava tað eins og tey.

Hvussu kann nakar halda, at tað er í fínasta lagi, at vit allahalgannadag, har fløggini veittra í hálvari stong, fara at hátíðarhalda demokratiið, hava valdag og alt tað, sum mangan fylgir við einum slíkum degi.

Nei, lat hendan dagin verða dagin, har vit í kvirru kunnu minnast og æra.

Takk Harra løgmaður, at tú enn einaferð vísti, at tú er ein sannur statsmaður við hjarta á røttum stað.

Sámal Hanni Lognberg
valevni hjá Sambandsflokkinum til Fólkatingið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo