Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vit upplivdu í dag harðastu ódn í Føroyum síðani jóladag 2016. Ódnin tók veruligt dik á seg sunnast í landinum fyrrapartin, og legði seg síðani um alt landið.

Nú er hæsað av. Stórir skaðar hava verið, men tíbetur hevur ongantíð staðið um lív.

Tað er gott, at fólk taka náttúrumáttin í álvara og halda seg til boð frá tilbúgvingini.

Takk fyri stóra innsatsin
Tá ið ódnin brast á, stóðu bjargingarfeløg, sløkkilið, løgregla, Landsverk, Veðurstova Føroya, KVF, aðrir miðlar, sjálvboðin og nógv onnur klár um alt landið.

Vit eiga eina sterka og góða tilbúgving í Føroyum. Ein stórur innsatsur liggur eftir aftaná dagin í dag. Eg vil inniliga takka øllum, sum hava tikið eitt tak í ódnini.

Somuleiðis vil eg takka øllum, sum hava verið til arbeiðis í dag, hóast hættisligt veður, og veitt tænastu til borgarar, ið ikki kunnu vera hesa fyri uttan.

Aksel V. Johannesen, løgmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo