Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Almenna talið á deyðum eftir jarðskjálvtan í Turkalandi í februar er júst rættað til 47.975. Higartil hevur annars verið sagt, at knapt 46.000 lótu lív. Millum tey deyðu eru 6.278 útlendingar, tey flestu sýrarar.

Men onki tal er enn sett á tey sum framvegis eru horvin. Og tað fær eygleiðarar at halda, at helst er veruliga talið á deyðum nógv størri. Hjálparfelaagsskapir hava sagt, at verða royndirnar frá jarðskjálvtanum sum rakti Turkaland í 1999 brúktar til at meta útfrá, so kann talið á deyðum lættliga koma uppá 72.000.

Yvir 200.000 størri og smærri bygningar rapaðu undir jarðskjálvtanum, og uppruddingararbeiðið er langtífrá liðugt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo