Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýrismaður í almanna- og mentamálaráðum
Evni: Heim í Suðuroynni fyri borgarar við avbjóðingum

Spurningar:
1. Hvør er grundgevingin fyri, at uppruna ætlanin um heimið í Suðuroynni fyri borgarar við avbjóðingum er broytt?

2. Hvussu nógvar borgarar hevur Almannaverkið á bíðilista til bútilboð í Suðuroynni?

3. Fer heimið, sum er í umbúna, at nøkta akutta tørvin, og verða møguleikar fyri at víðka um tilboðið?

11. mai í ár setti undirritaða ein skrivligan § 52a fyrispurning (52-100/2022) um heim í Suðuroynni
fyri borgarar við avbjóðingum.

Í svarinum frá landsstýrismanninum í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, 24. mai í ár stendur,
at ætlanin er at bjóða borgarum, sum eru á bíðilista til búpláss í Suðuroynni, pláss á nýggja heiminum,
og at hugsanin er, at bústovnurin fer at hava 5 búpláss og 2 umlættingarpláss.

Hetta er ikki í samsvari við uppruna ætlanina um ein stovn, sum skuldi hýsa 10 borgarum við
seinheilaskaða, menningartarni og við autismu, umframt at møguleiki skuldi verða fyri umlætting.

Avvarðandi hjá borgarum, sum í langa tíð hava bíðað eftir hesum tilboði, eru ørkymlaði yvir, at talið
av búplássum er skert, og tí seti eg hesar spurningar.

Á Løgtingi, 14. juni 2023
Súsanna Bertholdsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo