Tað eru tvey sløg av tápuligum fólki. Tey sum bjóða nakað fyri onki. Og tey sum siga nei takk til at fáa nakað fyri onki
- hin gírigi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Vit fagna teimum rættindum, ið eyðkenna tilveruna í einum fólkaræðisliga skipaðum samfelagi. Tali- og skrivifrælsi eru sjálvsøgd rættindi. Vit kunnu úttala okkum um øll viðurskifti. Onkuntíð er tað enntá okkara plikt at siga frá. Fráboðanarskylda er eitt kent orð.

Vit kunnu speireka og halda fólk fyri spott. Vit kunnu í orðum lata medmenniskjað úr hvørjum klodda, og sjáldan hoyrist nakað nevnivert um tað. Um vit ístaðin umvegis telefonina senda eina mynd av sama veruleika, so fangar borðið.

Í tí borgarliga samfelagnum kemur útspilling undir hugtakið talufrælsi. Vit kappast við orðum um at traðka á og speireka einstaklingar, minnilutar og meirilutar. Tað tykist markleyst, ið vit loyva okkum at siga. Sannlíkindini hjá tí særda fyri at vinna eitt møguligt rættarmál eru ivasom.

Hin kristni skal eins og fólk við øðrum átrúnaði halda tær lógir, ið myndugleikarnir áseta. Í tí borgaraliga samfelagnum hava øll somu rættindi og somu skyldur. Tað er gott at so er.

Kristnin, ið játtar trúnna á Jesus sum Harra og frelsara, skal afturat tí borgarligu lógini halda Guðs regluverk og fyriskipan hansara. Sagt á annan hátt hava tey kristnu eina dupulta grundlóg, landsins lóg og Guðs lóg.

Svá er í øllum lívsins viðurskiftum, eisini tá ið talan er um talufrælsi. Alt er okkum loyvt, men alt er ikki gagnligt. Ljótur málburður er ikki ein andalig dygd, og andalig atlit eru viðkomandi, tá ið talan er um Guðs lóg.

Guðs lóg krevur, at vit vanda okkum um orðini og hava ein høviskan málburð. Og soleiðis er talufrælsið skert.

Tíverri gongst mær ikki altíð eins væl at halda Guds lóg. Tað er eisini komið fyri, at vikið er frá landsins lógum.

Ein skaðilig spilla hevur sníkt seg inn í tilveru teirra kristnu. Teir sosialu miðlarnir hava økt um títtleikan av andaligum sjúkueyðkennum. Spillan minnir um eina hálkubreyt. Jú ógvusligari vit orða okkum í Jesu navni tess betur.

Javnan verður talað um etisk virðir. Hesi virðini tykjast avmarkaði til ávís økir á mannakroppinum. Vit hyggja mildari at øðrum viðurskiftum, sum t.d. gjaldinum til keisaran og ferðslulógini.

Tungan er sum ein týnandi eldur. Tungan drepur og hevur dripið. Hon er eins og eitur, ið verður helt í gløsini um kvøldarnar ella í dagslýsi. Vit sovna burtur og dálka hvør annan út um alt hugsandi mark. Talan er um andaligt svínarí í Guðs heilaga navni. Mær tykir, at hetta er óhóskandi fyri trúgvandi.

Við atliti at talufrælsi hava vit kristnu Guðs orð at halda okkum til, ta grundlóg, ið Bíblian ber okkum. Tað eru vit kristnu, ið skulu halda Guðs boð og fyriskipanir hansara á øllum økjum, í øllum málum og undir øllum umstøðum.

Kristnin hvørki kann ella skal krevja av teimum, ið hava annan átrúnað ella teimum, ið frásiga sær átrúnaðin, at tey skulu halda Guðs boð og fyriskipanir.

Borgarliga hevur ein og hvør frælsi til at vraka Guðs orð. Vit hava frælsi til at siga nei til frelsaran Jesus. Borgarliga hava vit møguliga rætt til at brenna heilagar bøkur, hvat so tað annars skal til.

Eg skal sum ein, ið játtar trúnna á Jesus sum Harra og frelsara, verða høviskur í talu og atferð. Tíverri hendir tað meira enn so, at hetta ikki vignast. Niðrandi tala og spottan eru óndskapur í ætt við tað, ið Guðs mótstøðumaður er kendur fyri.

Eg skal vanda mær um málburðin, uttan mun til um hvønn ella hvat verður talað. Vit kristnu skulu seta krøv til tunguna, málburðin og evnini, ið verða viðgjørd. Øll synd er synd og frávik frá Guðs boðum. Ja, skrivað stendur, at tunguna er settur eldur á frá helviti. Tað var nú ikki smávegis!

Hin einstaka menniskjan hevur rættindi í samfelagnum uttan mun til átrúnað ella sannføring. Vit kristnu eiga at duga fólkaskikk í tí vanliga borgarliga lívinum. Hava vit ikki tamarhald á tunguni og skil á okkara málburði, bróta vit tað niður, sum vit í Jesu navni royna at byggja upp.

Tey ljótu orðini eru óndskapur ájavnt við allan annan óndskap. Mær tykir, at ljót orð og niðrandi tala skaða mikið meira enn so mangt annað.

Tað ræður um kynstrið at bera seg rætt at og lata seg leiða til andaligan vísdóm. Skriftin gevur mong ráð til vísdóm og verumáta.

“Umgangist við vísdómi tey, sum eru uttanfyri, so at tit keypa hina lagaligu stundina! Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti, so at tit vita, hvussu tit eiga at svara einum og hvørjum serstakliga.” (Kolossubrævið 4,5-6).

Jesu lærusveinar mega vanda sær um orðini, ikki minst tá ið Guðs navn verður nevnt. Amen.

Orðið: “Tí at tann, sum vil elska lívið og síggja góðar dagar, skal varða tungu sína frá illum og varrarnar frá at tala fals.” (Fyrra bræv Pæturs 3,10).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo