Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Føroyska sjómansmissiónin: Sunnudagin 9. juli er talvudagur í kirkjunum fyri Føroysku sjómansmissiónini.

Síðani 1918 hevur Føroyska sjómansmissiónin verið virkin millum sjófólkið, bæði á nærleiðum og á fjarðleiðum. At fáa Guds orð út til sjófólkið er høvuðsuppgávan og síðani at hjúkla um sjófólkið á ymiskan hátt við vitjanum, jólapakkum, geymum við kristnum sangum, andaktum o.ø.

Alt hetta arbeiðið verður fíggjað við innsavningum og øðrum sjálvbodnum gávum.
Talvudagurin hevur tí stóran týdning fyri fíggjarligu orkuna hjá Sjómansmissiónini.

Aftur í ár er bøn og vón okkara, at tikið verður væl undir við hesi áheitan.

Takk fyri!

Føroyska sjómansmissiónin hevur konto í peningastovnunum:

Bank Nordik 6460-151.120.5

Eik Banki 9181-497.551.2

Norðoya Sparikassi 9865-103.429.9

Suðuroyar Sparikassi 9870-428.207.9

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo