Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Tað var fyri at taða jørðina og skapa betri forstáilsi ímillum russar sum heild, at Russland sjálvt stóð aftanfyri dronuálopið á Kreml í gjár.

Tað heldur viðurkenda amerikanska tankasmiðjan Institute for the Study of War (ISW) sum hvønn dag síðani russiska álopið á Ukraina hevur gjørt frágreiðingar um gongdina í krígnum.

- Tað er sera ósannlíkt, og hevði verið sera pínligt fyri Russland, um fleiri ukrainskar dronur yvirhøvur sluppu so tætt Kreml, at tað bar til at taka myndir av at tær blivu niðurskotnar beint uppiyvir Kreml. Serliga eftir at loftverjan av Moskva og Kreml er so nógv styrkt í seinastuni, sigur ISW í dagsins frágreiðing.

- Russland hevur nýliga sett upp fleiri løg av rakettverjuskipanum í og kring um Moskva, og tað er tí sera ósannlíkt at dronur kunnu koma so langt.

Russiski sendiharrin í Washington, Anatolij Antonov, heldur tó fast í, at talan var um eitt ukrainskt álop á Moskva, og hann sigur við Tass, at Russland fer at svara á ein hóskandi hátt tá tíðin er búgvin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo