Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eg haldi avgjørt, at vit skulu hava ein radara í Føroyum. Vit mugu sjálvandi vita, hvat gongur fyri seg í okkara loftrúmi. Men treytin er, at loysnin er føroysk.

Eg haldi, at vit skulu siga nei til danska tilboðið um radaran. Heldur haldi eg, at vit skulu fara í samráðingar við NATO um at seta ein radara upp í Føroyum, har føroyskir myndugleikar seta nakrar treytir um fígging, ansing, handfaring, samskifti og ræðisrætt.

Tá kann Danska stjórnin ikki endurnýta sama gamla sálmin um “kompetencefordeling”, “fælles anliggender” og “kongeriget Danmark”, tí í hesum málinum eru tað størri kreftir, ið gera seg galdandi, enn lítla Danmark. Vit hava øll tey góðu kortini, og kunnu sjálvi seta treytirnar fyri, hvat skal til, um vit skulu góðtaka ein lofteftirlitsradara í Føroyum. Tað eru jú vit, sum bera allan trygdar- og handilspolitiska kostnaðin av, at ein slíkur radari verður settur upp í Føroyum, og danskir ráðharrar hava staðið saman í kór, og lova ferð eftir ferð, at ongin radari kemur til Føroyar, um vit siga nei.

NATO er sera áhugað í at seta ein slíkan radara upp í Føroyum. Tað snýr seg um trygdina fyri alla vesturlendsku verjusamgonguna, so um tað merkir, at radarin verður møguleiki, um NATO gongur við uppá nakrar treytir, sum føroyskir myndugleikar seta, so áttu teir at gingið við til tað.

Ber tað á mál, so hava vit ein lofteftirlitsradara, sum verður umsitin av føroyskum myndugleikum, og mannaður av føroyskum teknikarum. Kanska enntá partvís fíggjaður av NATO, antin íløgan sjálv, ella ein partur av rakstrinum. Hetta er tað Íslendska modellið.

Ber tað ikki á mál, so eiga vit at gera íløguna sjálvi. Síðani kunnu vit samstarva og samskifta við NATO, í tann mun vit halda tað vera rímiligt, og í tann mun tað er til gagns fyri Føroya fólk.

Síðani skulu vit fara undir at yvirtaka føroyska loftrúmið fult og heilt. Føroyska loftrúmið verður í dag umsitið av Ísland og Danmark. Umsitingin av loftrúminum hvílur í sær sjálvum, tí mann fær inntøkur til at fíggja tað, sum umsitingin av loftrúminum ber við sær. Men hetta kann føra við sær førleikamenning og hálønt teknikarastørv til Føroyingar.

Føroyska radaraloysnin er tann besta loysnin, og hóast tað kennist fjarskotið, so ber tað til. Eisini hóast Danska stjórnin, í góðum samstarvi við samgonguna í Føroyum og Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum á Fólkatingi, gjarna vil sannføra føroyingar um nakað annað.

Bjarni K. Petersen
Løgtingslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo