Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bruttovinningurin var 32,6 mió kr, sum er gott og væl ein millión meira enn árið fyri. Men starvsfólkakostnaðirnir vuksu við áleið somu upphædd, og aðrir útreiðslupostar líktust árinum frammanundan, so úrslitið líktist nógv tí sum var árið frammanundan.

Tavan í Leirvík, sum fæst við virking av fiskavørum, hevði 7,7 mió kr í avlopi eftir skatt í fjør, sum var neyvt tað sama sum árið frammanundan. Og leiðslan sigur í frágreiðingini, at hon væntar sær tað sama av inniverandi ári.

Í miðal høvdu 61 starvsfólk sína dagligu gongd á Kulabakka, har Tavan heldur til, tað eru fýra fleiri enn árið frammanundan.

Tavan er annars væl fyri fíggjarliga við lítlari rentuberandi skuld. Fíggjarstøðan javnvigaði við 65,3 mió kr og eginognin 53 mió kr.

Stjóri er Joen Magnus Rasmussen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo