Maðurin handan heimsins fyrsta antivirusprogram tók í vikuni sítt egna lív í sponskum fongsli.
Fangavørðar í fongslinum uttanfyri Barcelona funnu mikudagin ríkmannin John McAfee lívleysan í sínum kliva.
Roynt var at fáa lív í 75 ára gamla McAfee aftur, men tað eydnaðist ikki. Advokaturin hjá ríkmanninum upplýsti seinni fyri Reuters, at kundi hansara hevði hongt seg í klivanum og stóð ikki at barga.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo