At tey standa í andgletti ger, at trøini festa djúpar og sterkar røtur
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At tey standa í andgletti ger, at trøini festa djúpar og sterkar røtur
- Dolly Parton
Tónleikur

Innsent: Naxos, eitt av heimsins fremstu útgávufeløgum innan klassiskan tónleik, gevur 13. novembur út verkið TEENS - Questions for Teenagers eftir Teiti Lassen, har eisini føroyskir tannáringar luttaka. 

Teitur hevur skrivað verkið til kamarorkestrið Ensemble Midtvest. Talan er um 18 sangir sum eru sprettir úr samrøðum við tannáringar í norðanlondum, millum annað við næmingar á Glasi. 

Fýra føroyskir tannáringar eru upplesarar í verkinum, afturat íslendsku songkvinnuni Ólöf Arnalds og songkvinnuni Nive Nielsen úr Grønlandi, ið syngja saman við Teiti. Verkið er innspælt í Norðurlandahúsinum og í Hoydølum.

Tvey støkløg: “I Dress Like My Sister” og “Confused” eru longu at hoyra á stroymingartænastum. 

Naxos var stovnað í 1987 fyri at leggja dent á útgávur við meira ókendum orkestrum, verkum og dirigentum. Í dag er tað heimsins størsti sjálvstøðugi útgevari at klassiskum tónleiki, við tí eyðkenda hvíta fløgu-húsanum. Naxos er serliga kent fyri upptøkur av Vivaldi, Sibelius og Shostakovic.

Mynd: Leit/Finnur Justinussen

Stroyming: "I Dress Like My Sister"
https://ffm.to/dresslikemysister

Video: "I Dress Like My Sister"
https://youtu.be/iFHJLAD5MAg?si=9_aSLlKFpkoUCqWt

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #