Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í dag 5. juli hevur føroyskt teknmál verið viðurkent sum alment føroyskt mál í 6 ár.

Tað merkir, at føroyskt teknmál verður viðurkent á jøvnum føti við vanligt føroyskt mál, og deyvir føroyingar áttu sostatt at fingið somu kor hvat málinum viðvíkur sum hoyrandi føroyingar.

Vit í Deyvafelagnum fegnast um, at vit í samstarvi við Kringvarp Føroya hetta seinasta árið hava meira enn tvífaldað teknmálstulking av øllum føroyskum tilfari, sum sent verður í føroyska sjónvarpinum.

Vit fegnast eisini um, at arbeiðið við føroysku teknmálsorðabókini, sum Eyðgunn Hansen og Edny Poulsen skipa fyri, veruliga hevur tikið dik á seg. Í alt 1842 tekin eru nú í orðabókini.

SignWiki Føroyar sæst á hesum leinki: trýst her

Teknmál á almennum heimasíðum
Eitt av fremstu málum okkara í Deyvafelagnum er at fáa almennar stovnar at hugsa um deyvu brúkararnar í samfelagnum. Tað er at hugsa um, at upplýsandi tilfar á heimasíðum teirra eisini verður teknmálstulkað – í hvussu er partvís. Tað kundi t.d. verið í sambandi við innlating av sjálvuppgávu, tænastur hjá almannaverkinum o.s.fr.

Onnur mál, vit arbeiða við:

Frálæra í føroyskum teknmáli fyri deyvum og teirra avvarðandi. Eins og føroyskt talumál er livandi og í støðugari broyting, er føroyskt teknmál eisini livandi.

Frálæra í føroyskum teknmáli fyri fólk, sum hava tørv á at samskifta.

Uppvenjing og frálæra fyri fólk við Coclear Implante. Tá tú fært hesa serligu skurðviðgerðina, skalt tú uppvenjast- og hava frálæru í at hoyra og tosa rætt. Ein tænasta, sum øll hini norðanlondini veita sínum borgarum við Coclear Implante, men sum ongantíð hevur verið veitt føroyingum í Føroyum. 

At seta eina teknmáls- og skrivitulka-útbúgving á stovn í Føroyum.

Deyvafelag Føroya ynskir øllum ein góðan teknmálsdag

Vegna Deyvafelagið
Ingibjørg Jacobsen
Dagligur leiðari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo