Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Løgreglan: Føroya Politi hevur móttikið eina fráboðan um, at teldusnýkar hava roynt at snýta eina føroyska fyritøku fyri eina størri peningaupphædd.

Teldusnýkarnir høvdu í hesum førið falsað eina rokning og teldupostsamskiftið í eini roynd at snýta starvsfólk í bókhaldinum til at trúgva, at teirra leiðari hevði góðkent flytingina.

Fyri betur at fyribyrgja at tú ella tín fyritøka verður snýtt av teldusnýkunum, eru nøkur ting, sum tú skal halda eyga við. Legg til merkis, at hetta einans tvey dømir, og at niðan fyri standandi listi tí ikki er fullfíggjaður.

1. Gjaldingin hevur skund
Teldusnýkarnir royna ofta at geva eina fatan av, at gjaldingin hevur stóran skund í eini roynd at fáa bókhaldsfólkið at flyta peningin áðrenn tey kanna, um tað veruliga er leiðarin, sum hevur sent teldupostin.

Vís tí serligt varsemi, um gjaldingin ber brá av at hava skund, sum dømini herundir vísa:

”Kan vi betale denne faktura i dag med hurtig overførsel?”

”Du bedes betale med ekspresbetaling.”

2. Broyting av kontonummari
Teldusnýkarnir megna av og á at fáa atgongd til teldupostar hjá fyritøkum. Tá teir hava fingið atgongd bíða teir ofta til fyritøkan skal gjalda onkra rokning.

Tá fyritøkan hevur móttikið rokningina, senda teldusnýkarnir eina nýggja líknandi rokning til fyritøkuna, og skriva, at kontonummarið á fyrru rokningini var skeivt ella at teirra bankakonto er undir grannskoðan, og at fyritøkan tí skal flyta peningin til eina aðra konto.

Vís tí serligt varsemi, um tú fær boð um, at kontan, sum peningurin skal flytast til, skal broytast, sum dømini herundir vísa:

”all payments should be made to our alternative bank details”

”Bank update letter and revised invoice for the down payment is attached.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo