Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í Havn halda vit okkum hava heimsins bestu tannrøktartænastu fyri børn og ung. Vit stremba eisini eftir at hava heimsins bestu dagstovnar og fólkaskúla.

Ein góð tannheilsa hevur ómetaligan týdning fyri dagligu vælveruna. Sum er hava vit eina ókeypis tænastu, til børnini gerast 18 ár.

Hetta vilja vit hava løgtingið at broyta. Tenn eru týdningarmiklar. Júst sum kroppur og sálarheilsa. Tí halda vit, at skipanin við ókeypis tannrøkt til 18 ára aldur skal víðkast til eisini at fevna um ung millum 18 og 21 ár.

Soleiðis lofta vit eisini hópin av ungum og teirra foreldrum, sum eru rakt av fíggjarligari kreppu, eins og hetta er ein trygd og góður stuðul til tey ungu lesandi.

Heðin Mortensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo