Flogbóltssambandið: Spenningur var frá byrjan til enda, tá ið Ternan tók ímóti KÍF á Toftum seinnapartin í dag.
Stundum var annað liðið omaná og stundum hitt, og best sum annað liðið sá út til at slíta seg leyst, megnaði hitt liðið at koma afturíaftur og javna.
Tað var einans í fjórða setti, har KÍF hevði knívin á barkanum, at munurin gjørdist nakað stórur, og KÍF vann 25-15 og fekk bjargað sær javnbrótara – og í hvussu er eitt stig.
Og tað bleiv til tað eina stigið, tí Ternan vann javnbrótaran 15-13, eftir at KÍF hevði yivirlivað tveir dystarbóltar, men triðja dystarbóltin fekk KÍF ikki bilbugt við eftir smassj frá Maiu á Lakjuni á miðjuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



