Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Elon Musk er dottin niður á listanum yvir heimsins ríkastu og liggur nú á einum triðjaplássi, sambært yvirlitinum hjá Bloomberg.

Sambært Bloomberg er ognin hjá Musk minkað við 24 prosentum síðani í  januar til 160,6 milliardir dollarar.

Bernard Arnault, sum eigur LVMH, er nú nummar tvey á listanum við síni ogn á 161,2 milliardir dollarar.

Amazon-sjefurin Jeff Bezos liggur framvegis nummar eitt á listanum við síni ogn á 190 milliardir dollarar. Hann avloysti Musk á toppinum í mars.

Musk er eisini heimsins triðríkasti sambært Forbes Real Time Billionaires List. Her er ogn hansara tó roknað til 146,5 milliardir dollarar, sambært E24.no.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo