Tá tú ferðast oyðileggur tú tínar fordómar og títt trongskygni
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nógvar familjur í Føroyum kunnu staðfesta, at tá teirra barn fær eina diagnosu, kunnu tey ásanna, at um hetta barnið skal klára seg sjálvstøðugt má tað á ein vardan bústað. Trupulleikin er bara, at tað ikki er nokk av vardum bústøðum í Føroyum. Tí vil eg politiskt fylgja hesum upp og royna at syrgja fyri, at her kemur gongd á bygging av fleiri vardum bústøðir

Barnafamiljur
Nú vit ætla at hækka barnafrádráttin við 2.000 kr. eyka pr. barn, so fari eg at seta mær sum mál at gera tað so, at eisini børn undi 18 ár skulu fáa gratis kanning og brillur - líka sum vit hava við tannlækna og oyralækna. Tað kunnu verða stórar útreiðslur fyri eina familju nú tíðirnar eru sum tær eru. Hetta er týdningarmikið í okkara vælfersamfelag at menna og styrkja okkara børn.

Vaksmannalæra
Eg havi skrivað um hetta fyrr, men eg haldi tað er týdningarmikið fyri okkara fólk á gólvinum, so tey kunnu útbúgva seg og geva aftur til samfelagið. Vit skulu eggja kvinnum og monnum at taka útbúgving og eftirútbúgving.

Barnavernd og familjufyrisitingin
Hetta er eitt tað mest umráðandi mál sum børn og foreldur fara í gjøgnum - tað kann gott vera, at eg raki onkra nerv her, men tað er ikki gott nokk her í Føroyum.

Ein hevur eina kenslu av, at barnavernd og familjufyrisiting arbeiða ímóti hvør øðrum, í staðin fyri at samstarva, her haldi eg, at pláss er fyri broytingar. Tað kemur fyri, at tey flyta mál yvir til hvønn annan, so foreldur blíva í villareiði. Í síðsta enda eru tað børnini sum svíða. Hesum fari eg at fylgja upp um eg verði valdur á ting

Børnini
Vit mugu minnast til at tryggja okkara børnum eina góða framtíð og tað eru bara vit vaksnu, sum kunnu tað. Eg fari sjálvur at hyggja eftir, um vit ikki kunnu gera nakað fyri at tryggja, at børnini ikki velja rúsdrekka og annað fram um ítrótt og samanhald.

Martin Drangberg
valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo