Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Yvirskriftin er eitt tilvitað val. Tá ið orðið heilagur verður brúkt millum manna, hoyrist mangan ein færri av neiligum undirtónum. Tey heilagu og frelstu halda seg vera betti enn onnur. Tað ljóðar viðhvørt sum um, at tað er ein óheppin støða at vera heilagur.

Mær hevði dámt betur at skriva vit heilagu. Tordi ikki at geva mær sjálvum tað heitið. Málið er at liva eitt heilagt lív, men framstigini eru valla fleiri enn afturstigini.

Tað er umráðandi hjá eini kristnari kirkju, at vit hava heilag fólk í kirkjuliðinum og geva teimum gætur. Tað er ein dygd at vera eyðmjúkur og lítillátin. Tað er sanniliga eisini ein dygd at vera gudrøkin og stunda á tað, ið heilagt er.

Mær hóvar ikki, at orðið heilagur verður brúkt við einum neiligum ella niðrandi tóna sum eitt eyknevni um onnur menniskju.

Mær hóvar ikki, at orðið heilagur verður brúkt til tess at gera skilnað millum fólk, tá ið vit samanbera okkum við lívsførsluna hjá øðrum.

Orðið heilagur er ein góð lýsing av støðu teirra kristnu, um vit varnast, at vit eru heilag vegna tess, at vit eru halgað av honum, ið heilagur er, – halgað av Jesusi.

Í trúnni á Jesus kunnu vit vera heilag, gudrøkin og bera frukt, ið samsvarar við umvendingina. Vit mega ikki útnevna okkum sjálvi sum heilag. Ístaðin skal tað kennast millum manna í góðsligum sinni og høviskari atferð, at vit eru heilag og stunda á rættferð og halgan.

Tað liggur ein ávís ábyrgd á okkum, ið ynskja at vera heilag og liva eitt heilagt lív. Hvønn umboða vit, og til frama fyri hvønn liva vit okkara trúarlív?

Varpar tað heilaga í mær ljós á meg sjálvan? Eri eg sjálvur miðdepilin í mínari trúgv? Ynski eg at verða sæddur og hoyrdur, ella eri eg rødd teirra forfylgdu og teirra, ið ikki megna at tala sína egnu søk í lívsins meldri og avbjóðingum?

Guð vildi nakað, tá ið hann gav heiminum einkarson sín sum frelsara. Guð vil nakað við okkum, ið ákalla Jesu navn og lovsyngja skapara himins og jarðar. Guð ynskir, at okkara trúgv og okkara tillutaða halgan skal gagna menniskjum og tilveru manna. Tess vegna eru vit kallað og sett í tænastu.

Kirkjan – Jesu Kristi kirkja – rúmar øllum menniskjum, bæði teimum, ið kenna seg sum óverdigar syndarar, og teimum, sum kenna seg loyst úr syndarinnar hafti.

Kirkjan er ongantíð eitt endamál í sjálvum sær. Kirkjan er tíðaravmarkað. Hon verður avtikin, tá ið Guðs ríki kemur endaliga, svá biðið verður í bønini faðir vár.

Í tíðarskeiðinum nú og til Guðs ríkis komu í framtíðini er kirkjan karmur um samfelag teirra heilagu. Vit verða uppbygd og lívgað av tí livandi Guði, hvørs heilaga navn býr í halgidóminum.

Tað var ein stórur dagur, tá ið Guðs andi kom til jarðar ta fyrstu hvítusunnuna, og kirkjan var ein veruleiki. Tað verður ein stórur dagur, tá ið Jesus kemur til jarðar á øðrum sinni, og kirkjunnar tíð er runnin. Evsta dag verður samfelag teirra heilagu av Guðs náði flutt heim í Guðs æviga ríki.

Onkuntíð hugsa vit, at orðið heilagur sipar til ein bólk av fólki, ið er andaliga betur fyri við atliti at synd og rættferð. Tað er neilig hugsan við einum færra av fordómum.

Í bíbilskum týdningi sipar orðið heilagur til ta sannroynd, at menniskju hava sæð sína synd og sítt hjálparloysi og leitað til Guðs son við bøn um fyrigeving syndanna. Vit megna ikki í egnum mátti at arbeiða okkum fram til halgan.

Men vit kunnu leita til hansara, ið fyrigevur syndir og halgar menniskju. At gerast heilagur er Guðs gerningur í hjørtum teirra trúgvandi. Vit mega venda um og taka við trúnni, um vit ynskja at at liva eitt heilagt lív.

Tað er altíð gott at vera skikkiligur og høviskur. Tað sømir seg kristnum fólki, hóast vit dagliga snáva á hesum øki. Vit kunnu royna at taka annað skinn um bak, hóast eingin okkara megnar at halga seg sjálvan.

Men lívsins Guð megnar í Jesusi Kristi at halga okkum, um vit leita til hansara og biðja um fyrigeving syndanna. At biðja um fyrigeving er vegurin frameftir og uppeftir. At leita til Jesus er vegurin til andaliga vælveru í halgan.

Kirkjan hevur tørv á heilagum fólkum, ið stunda á tað vakra, rætta og góða. Minnist fleiri góðslig og heilag fólk, ið leiddu meg til Harran Jesus. Tey tóku ábyrgd í kirkjuni og missiónshúsinum.

Undraðist yvir teirra eyðmjúka vitnisburð, at tey vóru frelstir syndarar. Fyri mær vóru tey heilag. Í minni mínum vóru tey reinsað og nomin av Jesusi og tess vegna heilag. Amen.

Orðið: “Paulus, ápostul Krists Jesu við Guðs vilja, til teirra heilagu, sum eru í Efesus, og sum eru trúgvandi í Kristi Jesusi.” (Efesusbrævið 1,1).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo