Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin hevur lagt eitt uppskot fyri løgtingið um at fáa gjørt ein nýggjan almennan lønarstiga.

Endamálið við uppskotinum er at fáa útbúgving og ábyrgd at telja meira í lønarsamráðingum í framtíðini.

Ein longri útbúgving skal geva meira løn.

Eisini skal nýggi lønarstigin tryggja, at fólk fara at vilja arbeiða innan tær grundleggjandi vælferðartænasturnar.

Uttan iva finnast nógvar góðar grundgevingar fyri hesum, men vit kunnu ikki síggja burtur frá, at verður hetta gjørt, so verða tey ófaklærdu, tímaløntu enn einaferð taparar.

Ein persónur við ongari útbúgving, sum til dømis arbeiðir á einum flakavirki, skal niður í løn, samanborið við tey faklærdu.

Ein lønarstigi sigur ikki, hvussu høg lønin skal vera í krónum og oyrum, men hann sigur, hvussu høg lønin skal vera samanborið við aðrar lønir.

Tað vil siga, at skal ein bólkur upp í mun til aðrar bólkar, so skulu hinir bólkarnir niður í mun til henda bólkin sum fer upp.

Skulu tey við útbúgving upp, so skulu tey við ongari útbúgving niður – kanska ikki í krónum og oyrum, men gjógvin millum rík og fátøk verður breiðari.

Javnaðarflokkurin sigur í uppskotinum, at fólk í heilsu- og umsorganarstørvum hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman. Tað er helst rætt, men tað er eisini galdandi fyri tey ófaklærdu – tey sum skulu niður í løn, ella í øllum førum ikki sleppa líka nógv upp í løn.

Tað vísir seg ofta at vera lætt at fáa politiska semju um at lyfta onkran bólk upp, men spurningurin blívur altíð: Hvør skal niður?

Um hendan ætlanin verður sett í verk, er eingin ivi um, at tað verða tey tímaløntu, ófaklærdu, sum verða taparar.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo