Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sunnudagin 23. oktober verða 4 forvitnisligir fyrilestrar í bygdarskúlanum í Miðvági frá kl. 16.00 - 18.00.

Í 19. og 20. øld fluttu nógvir føroyingar yvir um hav til Norðuramerikanska meginlandið. Nøkur angraðu hetta og fluttu heim aftur til Føroya, meðan onnur festu røtur í nýggju londunum, fingu nýggjan ríkisborgaraskap og livdu og endaðu dagar sínar har – lagna teirra varð í mongum førum ókend hjá familju og vinum í Føroyum.

Samanborið við hini norðurlondini, hevur ikki verið granska nakað serligt í føroyskari emigratiónssøgu. Vitan okkara um føroysku emigrantarnar er tí, í flestu førum, avmarkað til munnligu frásagnirnar, sum liggja goymdar millum manna í felagsminninum í bygdunum. At tíðin skjótt kámar tað, sum veruliga fór fram, ger seg eisini galdandi í hesum føri. Tískil er nú um at vera komið til evsta mark fyri at savna hetta søguliga tilfarið inn, so hesin týdningarmikli partur av søgu okkara verður tryggjaður framyvir. Farið er nú undir eitt tílíkt arbeiði, og enn liggur ein stórur setningur fyri framman, áðrenn ein neyvari mynd av føroysku emigratiónini kann gerast.

Í hesum sambandi er tað tí at frøast um, at tað í einum samstarvi millum Norrøna Felagið, Miðvágs Fornminnasavn, Tvøroyrar Fornminnesfelag og Fuglafjarðar Kommunu er hepnast at fáa søgufrøðingin og fyrrverandi stjóran fyri “Dansk Udvandrerarkiv”, Henrik Bender at koma higar. Hann hevur í mong ár staðið fyri gransking av emigratión í Norðurlondum og fer at halda fyrilestur um hetta evni, meðan hann er her. Bender fer millum annað at greiða frá um søguligu keldurnar, sum kunnu vera við til at lýsa emigratiónina, vavið av henni og eykennini, og hvat tað var, ið tileggjaði fráflytingina.

Skrá:
Henning Bender:
Udvandring fra Danmark og Norden 1850 til 1914
Steffen Stummann Hansen:
Den færøske emigration til Canada
- í sambandi við myndaframsýningina hjá Miðvágs Fornminnisfelag.

Marianna Simonsen:
Bræv úr Føroyum til Kanada 1928
Hanna Hansen
Myndafrásøgn í sambandi við tiltakið

Fyriskiparar: Norrøna Felagið, Fuglafjarðar Kommuna, Miðvágs Fornminnafelag og Tvøroyrar Fornminnafelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo