Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

TG Seafood við heimstaði í Hvalba og hvørs endamál er at virka og selja fisk, hevði ein vinning eftir skatt uppá góðar 700 túsund krónur í fjør. Tað var kærkomið, eftir samlað hall uppá nærum fimm mió kr tey bæði árini frammanundan. Bruttovinningurin vaks við umleið fýra milliónum krónum og endaði á smáum 26 mió kr men starvsfólkakostnaðirnir vuksu samstundis við stívliga hálvari aðru millión.

Leiðslan skrivar í frágreiðingini, at søguliga lági upsafiskiskapurin er ein stór avbjóðing, tí tað er høvuðsframleiðslan hjá virkinum. Leiðslan, sum annars ikki er nøgd við úrslitið, sigur um framtíðina, at støðan hjá virkinum er soleiðis, at tað er neyðugt at ognararnir vísa sama tolsemi og vilja til at fíggja virksemið, sum teir higartil hava gjørt. Samskifti er við týðandi ognarar, sum siga seg vera jaliga sinnaðar til at halda fram.

Í tølunum sæst, at skuldin tyngir raksturin nógv. Ein heil millión fer til at gjalda rentur, og tað er nógv sæð í mun til bruttovinning og úrslit annars. Fíggjarstøðan javnvigar við 33 mió kr og eginognin var við ársskiftið 3,6 mió kr.

Ólavur Bjarkhamar og Magnus Jespersen eru stjórar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo