Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Á Fólkatingi verða viðgjørdar fólkatingslógir, sum eru galdandi fyri Danmark.

99% av teimum lógum, sum verða samtyktar í Fólkatinginum hava onki við Føroyar at gera. Onki – tíbetur.

Nú fólkatingsvalið nærkast er Sjúrður Skaale farin undir sítt vanliga road show, har proklaman er tann sama - Javnaðarflokkurin á Fólkatingi, har hann brúkar hópin av donskum peningi at føra valstríð í Føroyum. At legalisera politisku stuntini eru kanningar vorðnar leisturin.

Til seinasta fólkatingsval skipaði Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um gongd í haga. Hugflognum bilti so einki og bedýraði Sjúrður Skaale – at ráðstevnan í Norðurlandahúsinum um gongd í haga, absolutt einki hevði við fólkatingsvalið at gera....

Nú stundar aftur til fólkatingsval og er Javnaðarflokkurin á Fólkatingi aftur í essinum.

Brellbitar um nýggja kanning og ætlaða ráðstevnu er á breddunum. Hesaferð um fosturtøku hjá føroyskum kvinnum í Danmark.

Í tíðindaskrivi er longu boðað frá, at øll kanningin verður løgd fram á almennum tiltaki 30. september í Reinsarínum.

Síðani pallsetingin við fosturtøkubrellbitunum kom undan kavi hjá Sjúrði Skaale er avdúkað, at kanningarnar eru meira enn ivasamar, og verða av fakfólki tulkaðar sum politiskt stunt, heldur enn ein saklig kanning.

Tað er óskiljandi, at flokkur á Fólkatingi ósmæðin kann (miss)brúka sína støðu, uttan at kræsnir spurningar verða settir av etableraðu miðlunum. Men so eiðasørt, har verður alt kíkað og borið almenninginum uttan hvassar spurningar.

At spurningur um fosturtøku (og gongd í haga) als ikki hoyrir heima í Fólkatinginum, vekir ongan ans yvirhøvur.

Reglurnar um stuðul til flokkarnar á Fólkatingi siga klokkuklárt, at peningurin skal brúkast til politiska virksemi á Fólkatingi, og at peningurin ikki skal nýtast til valstríð!

Umboðið hjá javnaðinum á Fólkatingi virkar sum nestor í lesiringi, har politiskar pseudolýsingar gerast undirstøði til viðrák í miðlunum.  Soleiðis ber til áhaldandi at halda politiska rákið koyrandi millum valini, har danski staturin rindar gildið.

Tað er tí sjálvsagt, at veljarar nú eiga at venda blaðnum og tryggja, at føroyingar aftur fáa føroyska rødd á Fólkatingi. Rødd, sum burturav umboðar sonnu virðini og sum dugir at skyna á muninum millum Løgting og Fólkating.

Soleiðis sum Javnaðurin á Fólkatingi keipar sær, er hann lítið annað enn undanførsla fyri Javnaðarflokkinum á Løgtingi. Longri er tann søgan ikki.

Men the show must go on - tað koyrir bara.

Christian Andreasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo