Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroyska Sjómansmissiónin: Fyrr í vikuni lá danski trolarin Themis úr Skagen og landaði makrel til Pelagos í Fuglafirði. Skipið er fimm ára gamalt, og hetta var triðju ferð, tað landar í Føroyum. Tað er 63 metrar langt, 12,9 metrar breitt og lastar 1450 tons. Motorurin er ein 3000kw. MAK.

- Vit fiska makrel, sild, hvítingsbróður og brisling. Vit royna tí bæði eftir uppisjóvarfiski og eftir botnfiski. Tá vit royna eftir botnfiski, royna vit sum oftast við tveimum trolum við lítlum grunnum undir. Vit royna bara við troli, tí skipið er ikki riggað til nót.

Tað sigur skiparin Erik Abrahamson.

- Hetta er eitt lítið skip í mun til teir stóru nýggju pelagisku trolararnar. Vit eru seks mans við og tvær manningar hoyra til skipið. Gongdin hevur verið í lagi, so vit eru nøgdir, sigur Erik.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og fekk eitt prát við mennirnar. Hann hevði eisini eitt Guds orð, bøn og las signingina. Teir vóru eisini heilsaðir við: “Góðan túr og Jesus fylgi tykkum”!

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo