Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Visit Norðoy: Theresa er 55-ára gomul og er útbúgvin Serviceøkonom við sergrein í ferðavinnu, og er í løtuni í holt við eina leiðsluútbúgving á Fróðskaparsetrið Føroya.

Theresa hevur drúgvar royndir innan ferðavinnu og hevur í fleiri ár verið stjóri á Nuuk Tourism og Visit Tórshavn. Harumframt hevur hon starvast hjá Atlantic Airways, Air Greenland, Air France og á ymsum ferðaskrivstovum.

Seinastu árini hevur hon sett café Glasstovuna á stovn á Tvøroyri og síðani keypt Hotel Bakkan í Vági, hetta fyri at skapa nakað fyri ferðavinnuna í Suðuroynni.

Glasstovuna seldi hon í fjør, men Hotel Bakkan eigur hon framvegis, og hevur hon fingið onnur at taka sær av hotellinum.

Seinastu árini hevur Theresa harumframt starvast í egnari fyritøku, har hon, saman við øðrum, hevur arbeitt við strategi- og menningartilgongdum innan ferðavinnuna í Føroyum.

Tá Theresa starvaðist í Nuuk Tourism, arbeiddi hon fyri at fáa fleiri cruise skip til Nuuk, og hetta eydnaðist væl, tey fóru frá 10 til 32 skip uppá fá ár.

Ferðavinnan er í støðugum vøkstri og kemur Theresa at standa á odda fyri ferðavinnumenning í Norðoyggjum, sum umfatar allar oyggjar og allar bygdir í Norðoyggjum.

Theresa byrjar í starvinum tann 1. mars 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo