Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í næstum koma 10 unglingar frá DSU, sum er ungmannafelagið hjá danska javnaðarflokkinum, til Føroya at hjálpa føroyska Javnaðarflokkinum at vinna løgtingsvalið 8. desembur.

Ein teirra er Polly Olevina Hummeland, sum er føroyingur men er uppvaksin í Danmark, og sum hevur verið virkin í DSU, ikki minst uppundir fólkatingsvalið. Sjálv er hon forkvinna í DSU í Helsingør.

Polly, sum er 18 ár, sigur, at tey hava samstarvað við ungmannafelagið hjá føroyska Javnaðarflokkinum, SU, og tey gleða seg til at koma til Føroya at taka lut í føroyska valstríðnum.

- Vit fara at koyra runt og tosa við fólk og hjálpa Javnaðarflokkinum at vinna valið, sigur Polly Olevina Hummeland við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo