Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Ongin spýtir nýggjar sosialar miðlar út sum kinverjar. Seinastu 5 - 10 árini eru fleiri komnir hvørt ár, men teir hava allir tað í felag, at fáir av brúkarunum eru uttanfyri Kina.

Men tað er nú broytt við nýggja miðlinum TikTok sum fyritøkan ByteDance eigur. Við TikTok, sum líkist nógv facebook, hevur tað eftir øllum at døma lukkast at funnið uppskriftina sum ger, at fólk um allan heim fara at brúka miðilin.

TikTok hevur eftir tvey ár fingið yvir 500 milliónir brúkarar, og nærum annar hvør er uttan fyri Kina, skrivar CNN. Miðlar sum Snap Chat, Twitter og facebook fara at fáa kapping frá TikTok, verður sagt.

Sambært CNN hava altjóða íleggjarar víst ByteDance áhuga. Leysatíðindi vilja ver við, at amerikanska íløgufelagið SoftByte er til reiðar at seta pengar í ByteDance sum fer at fleirfalda marknaðarvirði á fyritøkuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo