Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

14.07.1976 kom Tjaldrið til Føroya og fyllir tað sostatt 47 ár í dag. Til lukku við tí.

Tjaldrið er bygt úr stáli á Svolvær skipasmiðjuni í Noreg og er føtt við 3 MWM ljósmotorum og 2 MWM høvuðsmaskinum koplaðir á eitt gir.

Í dag 47 ár eftir, at Tjaldrið kom til landið liggja somu høvusmaskinur í skipinum, men ljósmotorarnir eru skiftir út.

Tjaldrið hevur tænt fyri seg hesi 47 árini, tað var eitt moderna skip í 1976, men tíðin stendur ikki í stað, og í dag er skipið als ikki nøktandi til arbeiðiuppgávurnar ið eru munandi meira krevjandi í dag í mun til tá Tjaldrið kom í 1976.

Tjaldrið er registrerað við eini tovkraft á 26 tons, men í dag 47 ár seinni er tovkraftin kanska eitt stað millum 16 til 20 tons.

Skipið hevur eisini 2 vatnkanónir til eldsløkking. ið nóg illa røkka út um lúnningina.

Skipið er heldur ikki útgjørt til at takað fólk úr sjónum og geva teimun eitt nøktandi rúm, hvar tey neyðstøddu kunna føla seg trygg og fáa tað hjálp ið teimun tørvar, og Tjaldrið er heldur ikki egnað til bjarging ella sleip, um óhappið skuldi hent einum av ferðamannaskipunum sum í dag sigla millum oyggjarnar.

Um vit hyggja eftir skipaferðsluni í dag, í mun til 1976, tá Tjaldrið var nýtt, so kann sigast at nógv er broytt.

Í dag koma eini 50 av teimun allar størstu ferðamannaskipunum til Føroya um árði at vitja, hvar gestir og manning telja alt í millum 400 og 2000 fólk á hvørjum skipi.

Okkara egnu fiskiskip, nótabátar, alibátar, brunnbátar, farmaskip og ferjur eru eisini í dag nógvar ferðir størri enn tey vóru í 1976, tá Tjaldrið kom og krevja tí eisini tilsvarandi meiri orku, um tey skula hjálpast.

Pollitiski myndugleikin hevur skumpað hendan bóltin frammanfyri sær í nógv ár, hvørjaferð VØRN er úti við tosi um nýtt skip ella keyp av brúktum, forsvara polittikar seg við einum nyggjum bergholi ella vegastubba ið er meira átrokandi enn bjarging á sjónum.

Tað hoyrdist herfyri, at Vørn hevði í boði at keypa eitt væl egnað 8 ára gamalt skip úr Noreg fyri einans 100 milliónir, tá tað var klárt at fara í drift, men samgongan áðrenn núsitandi samgongu søkti tað projektið.

Nú er tað so upp til núverandi landsstýrismann at taka tað projektið upp aftur úr skuffuni og handla, meðan Norska krónan er lág og nógv kann fáast fyri pengarnar.

Okkara sjófólk hava uppiborðið at nakað av teirra skattakrónum verða investeraðar í trygdina á sjónum, við at hava dagførd og nøktandi amboð so sum skip og útgerð at veita tí neyðstadda, tað honum tørvar hjálpina.

Tíðin er komin at lata Tjaldrið í frið og náðum fara á pensión og útvega annað nøktandi skip, somuleiðis er eisini tíðin komin til at seta pengar av, til ein nýggjan Brimil, hann er hóast alt longu 22 ára gamal.

Ein sjómaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo