Lán skal koma læandi aftur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

f. 14. juli 1969, d. 24. januar 2015

Hesaferð bleiv boð send eftir næstyngstu systir míni Annfríð. Í dag er tað eitt ár síðani, hon fór um sýnina.

Løtan, sum vit øll eiga á, er tá vit skulu um deyðans sýn. Ongin sleppur undan, men ójavnt er, nær boð eru eftir okkum.

Lívstráður okkara er ójavnt spunnin, bæði í longd og vavi. Summi orka ikki ein langan, knortlutan lívstráð, og onnur stríðast alt tað, tey eru ment at hanga fast í lívsins tráði, sjálvt um sjúkan hevur fingið fastatøkur á teimum.

Aftur onnur eru mett av døgum og rópa á Várharra, um at leiða seg um sýnina, og halda, at hann hevur gloymt tey.

Nógv av teimum, ið eru farin undan okkum, vildu heldur verið her, og vit vildu so fegin havt tey her.

Tað tykist so ófatiliga órættvíst, tá ein ung kona og mamma fær dómin; dómin, sum ongin av okkum vil hava, dómin at ganga seinastu fetini - fetini burtur frá teimum, hon elskar og er góð við, og har ongin vegur er aftur.

Vit hava øll uppborid eitt langt gott lív her á fold, men ójavnt er býtt. Annfríð fekk 45 ár her á fold.

Hon var ung, tá hon fann mannin í sínum lívi, og í hennara verð var ongin annar til enn Jógvan. Tey búsettust í Sandavági, heimbygd hansara, og fingu trý børn. Eg eri vís í, at hon heldur sínar einglaveingir um tey, hvar tey enn eru, og er glað og errin um, at júst tey valdu júst hana sum mammu.

Hon var eitt óvanliga gott, kærleiksfult og ótrúliga tolið menniskja. Altíð klár at hjálpa øðrum og vardi hús, mann og børn sum ein sonn leyvumammu.

Hennara partur á arbeiðsmarknaðinum lá heldur ikki eftir, og øll, ið kenna Annfríð, vita, hvussu samvitskufull og røsk hon var. Hon arbeiddi, líka til hon fekk tey tragisku boðini um, hvussu álvarsama sjúk hon var.

Annfríð fylti 45 ár nakrar mánaðar eftir, at hon fekk boðini, ongin av okkum vil hava. Hon fekk ringastu plágu og herviligastu sjúku at dragast við, og hennara lívsneistið byrjaði at fána. Men sjálvt um hon visti, at hon hevði krabba av ringasta slag, so var eitt ella annað, sum gjørdi, at hon ikki vildi góðtaka henda dóm.

Hon stríddist og helt fast í sínum lívstráði og strevaði seg ígjøgnum dagarnar, vikurnar og mánaðirnar.

Spurdi enntá meg, hvussu longi tey mundu ætla at hava seg har á Landssjúkrahúsinum, har hon lá seinasta mánaðin.

Hon hevði onga ætlan um at fara frá teimum, hon var so góð við, men lívstráðurin viknaði, og 24. januar 2015 slitnaði tráðurin hjá hesum fitta, góða og elskuliga menniskja.

Eftir sita maður og trý børn, foreldur og systkin, onnur avvarandi og hópur av fólki, ið bara kunnu bera Annfríð alt gott.

Góðu tit øll sum áttu ein part í Annfríð, tit hava mist tað dýrabarasta tit áttu, og saknurin verður altíð har. Men hon verður altíð ein partur av tykkum, eins og tit eru ein partur av henni.

Ongin skilir meiningina, tí har er ongin meining. Í allari neyðini er tað gott at vita, at Siri, yngsta systirin, stóð á sýnini og leiddi hana yvirum.

Elsa Margith Davidsen
Sørvági

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo