Lán skal koma læandi aftur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Jákup Joensen var føddur 21. september 1929 í Sumba. Hann var sonur Poul Sofus Joensen og Paulu Sofie Joensen og búði barnaárini í Sumba. Hann tók studentareksamiu í 1950, skiparaeksamiu í 1953 og stýrimans- og skipsføraraeksamiu í 1956.

Seinni búsetti hann seg í Lopra, og fór undir trolara- og reiðaravirksemi. Fleiri trolarar vóru í reiðarínum, og teir høvdu allir tað í felag, at teir høvdu "borg" sum part av navninum. Fyrsti var "Akraborg", sum varð bygdur í Sunnmøre í 1961. Tað var har og í Føroyum at hann lat skip síni byggja.

Í 1977 tók hann saman við øðrum stig til at byggja Polarfrost í Vági, har hann gjørdist stjóri. Í 1985 keypti hann Hotel Føroyar í Havn og gav tí navnabroyting til Hotel Borg.

Tíverri fóru bæði hotel, skip og virki av knóranum undir herviligu bankakreppuni sum rakti Føroyar tíðliga í 90unum, og Jákup í Lopra misti tá stór virði.

Millum seinastu tiltøkini hjá honum var at stovna felag í Lopra sum lat kelduvatn úr Suðuroynni í tangar og seldi tað kring landið. Hetta virksemið seldi hann øðrum í 2012, og tá skifti tað navn.

Jákup Joensen fekst eisini við politik. Hann sat á Løgtingi fyri Sambandsflokkin frá 1994 til 1998, har hann umboðaði Suðuroynna, og hann sat eisini í kommunustýrinum í Sumba.

Nú hann legði árarnar inn var Jákup Joensen - Jákup í Lopra 86 ára gamal.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo