Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tað var við stórari sorg, at vit týsnáttina mistu okkara Regin, verson, mann, son og abba. Orðatakið “eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir” rennir okkum í hug, tí lítið vardi tað okkum, at Regin ikki skuldi vera millum okkara longur.

Regin, sum altíð var so blíður og hjálpsamur á øllum økjum, misti sjálvur sín pápa bert 10 ára gamal. Dreingjaárini byrjaðu við at ganga í skúla í Santa Frans Skúla, ella Nonnuskúlanum, sum hann eisini bleiv kallaður, og har fekk hann sín fyrsta lærdom til lívið. Sum unglingi hevði Regin alsk til alt, sum hevði við bilar og teknikk at gera. Kom í læru sum bilmekanikari og fekk sítt sveinastykkið til at fara víðari út í lívið við.

Hann hevði alsk til alt, sum rørdi seg á vinnuøkjum úti í heimi, serliga í oljuvinnuni. Fekk sær útbúgvina ROV-pilot, sum er viðkomandi í sambandi við arbeiði á oljuboripallum. Regin hevur virkað har í nógv ár á stórum oljupallum, bæði í Noregi og Afrika.

Eisini hevði Regin stóra útbúgving sum havkavari og var kønur í trygdarviðurskiftum á sjógvi og landi. Komin heimaftur, vóru boð eftir honum sum havkavari, millum annað tá ið tað snúði seg um aliringar og annað, so hetta gjørdist eisini ein partur av hansara lívi. Eisini vóru mangan boð eftir honum, tá ið ymiskt skuldi gerast við góðum fakligum eftirliti.

Regin var giftur við dóttur okkara, Elin, tann 30. desembur í 1995. Tey eiga trý børn, sum eru Gunn, Heðin og Karin, og abba- og ommubørnini eru fýra í tali, Frida, Edvard, Regin og Brandur. Hann var familjukærur og hansara stóðum honum sera nær, so hann ofraði alt fyri tey og hjálpti til á øllum økjum. Var tað at smíða, grava, stoypa ella annað, so var Regin altíð fúsur at hjálpa. Sera vælgjørdur var hann, so einki varð latið upp til tilvildina, tí alt skuldi gerast gott og væl.

Manga góða hjálp hevur Regin veitt okkum á trøðni, við bátinum og í summarhúsinum í Leynum, og tað var altíð við tí góða orðinum og teimum góðu ráðunum. Ja, mangan var tungt, um vit ikki hevði ein so góðan og vitugan verson.

Hugaligt var altíð at síggja vinnmenninar hjá Regini, hvussu stórt samanhaldið var millum hesar vaksnu menn, sum altíð vóru har, tá ið ástóð at hjálpa hvørjum øðrum. Altíð við skemti og stuttleika, og tú sást hvussu góðir teir vóru við hvønnannan.

Regin stóð altíð aftan fyri síni konu Elin í hennara virksemi, um tað so var í politikki, ítrótti ella øðrum uppgávum, hon tók á seg. Tunga takið var nokk veldigi framburðurin í ítróttini, sum hevur stórar avbjóðingar hvønn einasta dag, har Elin er ítróttaforseti. Altíð stóð hann har við hennara lið.

Regin hevði verið niðri og leitað sær heilsuhjálp í eina tíð, og nú var gott at koma heimaftur við góðum vónum og positivum úrsliti av tí viðgerð, hann hevði fingið. Elin og Regin komu heim tann 20. desembur, og sum tað var gott at síggja tey aftur til jóla. Øll vóru glað og lovprísaðu tí góða, sum var hent okkara familju, ið nú kundi samlast aftur um høgtíðina.

Allir vinmenninir  hjá Regini gleddust eisini og gjørdu hugnaløtu fyri honum, nú teir ikki høvdu verið saman í eina rúma tíð. Gott var at síggjast aftur og tosa um framtíðina, sum nú skuldi koma hjá teimum øllum, og jólini vóru um bara tveir dagar.

Jólaaftan var familjan samlað, og vit gleddust øll og vóru takksom fyri, at vit nú høvdu fingið Regin og Elina heimaftur. Alt gekk uppá stás, sum vanligt er um jólini, og øll vóru glað.

Jóladagur kom við hvíld og friði og ætlanum fyri framtíðina, men alt hetta skuldi tíverri ikki vísa seg at halda. Um kvøldið, sum skot av himli orkaði likamið ikki meira, og Regin varð ryktur frá okkum um náttina, bara 57 ára gamal.

Góði elskaði og fitti Regin, takk fyri alt, sum tú hevur givið okkum, og takk fyri at tú bleiv okkara versonur. Tú vart við til at geva okkum og allari familjuni ein grundvøll at standa á, og familjan var ein samlað eind.

Góðu Elin, Gunn, Heðin og Karin við familju, Jesus hjálpi tykkum og okkum øllum í sorgini, nú Regin so brádliga varð tikin frá okkum. Góðu Karin og Ann-Rita, Jesus hjálpi tykkum, nú tit hava mist son og beiggja tykkara.

Hvíl í friði, góði Regin, og takk fyri alt. Tú vart okkum ein góður og kærur versonur.

Heðin og Hjørdis

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo