Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

“Eg tími ikki at mamma stillar upp til bygdaráðsvalið, tí so blívur hon bara líka ópoppulér sum øll hini sum sita har”.

Og rætt hevur hon, mangan verða vit, sum sita har, ópoppulér. Hví man so vera?

Tann einfalda niðurstøðan er nokk, at sjálvt við teimum bestu loysnunum, verður onkur ónøgdur”. Ella sum orðatakið sigur: “Til vildar øllum kann ongin gera”

Eitt gott dømi um hettar er málið viðvíkjandi kirkjugarðinum í Sandavági. Her eru skiftandi bygdaráð komin til ta niðurstøðu at ein víðkan av kirkjugarðinum liggur best við kirkjuna. Tilgongdin hevur staðið uppá í fleiri ár. Nú - í evstu løtu - byrja grannar til kirkjugarðin, at savna inn undirskriftir til mótmæli.

Nógv skriva undir og sannlíkt standa tey valeni, sum siga hvar kirkjugarðurin ikki skal verða, nú við sterkastu kortum.

Vit í sPF Westtech í Sørvági hava teknað uppskotið til víðkan av kirkjugarðinum í Sandavági.

Hettar varð ein bundin uppgáva, uppskot skuldi teknast við kirkjuna. Hettar skal ikki verða ein undanførsla. Við kirkjuna liggur hann væl. Eitt av okkara aðalmálum í Westtech, er at vera eyðmjúk mótvegis tí, sum frammanundan er á staðnum, har bygt verður – nátturu, lendi, áum og bygningum. Tí endamálinum hava vit nátt her. Fyri flest vil kirkjan standa við enn størri tign enn áður, verður uppskotið framt.

Tí at her liggur kirkjan og her vilja fara fram kirkjuligar handlingar, so leingi kirkjan stendur her. Verður kirkjugarður bygdur aðrastaðni við, vilja tær kirkjuligu handlingarnar spreiða sítt veingjabreiði, til eisini at fara fram á tí staðnum.

Staðið har kirkjan nú liggur, er ikki lagt av til miðstaðarendamál, men til kirkjuligar handlingar. Hinvegin er staðið partur av einum samanhangandi tænastuveitandi miðstaðarøki við kirkju, á og vølli, barnaansing og leikstøðum og grønum tilhaldstøðum, alt bundið saman við gongugøtum av sjógvi, gjøgnum bygt øki og í bø og haga. Ongin bilur krossar gøtuna. Her hevur politiski viljin sanniliga havt eina hepna hond!

Ætlan til nýggjan bygdaplan er nýliga gjørd fyri Vága Kommunu. Ætlanin hevur hingið frammi og kunnað er á heimasíðu og vágafagnaði. Ein avgerandi partur í tilgongdini, til ein nýggjan bygdaplan, er at fólkið – veljarin – sigur sína hugsan og mælir til broytingar ella betri loysnir við rætta høvið.  Men politikarin er valdur til at taka avgerðir!

Ein  góð loysn, fyri alla oynna finst, sum røkkur langt inn í framtíðina. Í Miðvági liggur kirkjugarðurin burtur frá bygdum øki og her eru møguleikar at gera ein kirkjugarð til okkum øll sum eina minnislund sum rættiliga kundi flutt mørk. Veit væl at tað liggur nær hjá einum neiligum hugburði at gera gjøldur burtur úr hesum her, men vónin er at ein jaligur hugburður sær møguleikarnar. Uppskot av hesum slag skulu sodnast í áravís,  men verður tað ikki sett, er onki at sodna.

Við hesum fari eg at ynskja tykkum eitt gott val har yviri.

Jákup á Stongum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo