Viðhvørt er tøgn besta svarið
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fólk við demens og avvarðandi kunnu fáa ráðgeving frá Heilsu og Umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu.

Tú kann fáa eitt gott prát, ráðgeving um hvørji tilboð eru í kommununi, vegleiðing um hvussu ein kann handfara demenssjúkuna.

Er tú demenssjúk/ur, avvarðandi hjá fólki við demenssjúku, ella kennir tú onkran, sum tú metir kann hava tekin um demens. So er tú vælkomin at seta teg í samband við kommunalu demensskipanina.

Kommunalu demenssamskipararnir hava drúgvar royndir og servitan innan demens, og kunnu tosa við teg um tína støðu, lurta, ráðgeva og vísa á tey tilboð, vit hava í kommununi.

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Kommunalu demenssamskipanina, sum er at hitta á  teldupost: demesdepilin(at)torshavn.fo og  á  telefon 962089 gerandisdagar kl 8.00 – 16. 00

Kommunala demenssamskipanin heldur til á Demensdeplinum, Hoyvíksvegur 58.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo