Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Búskaparráðið talar fyri, at tilfeingisgjald verður tikið inn fyri tey náttúrutilfeingi, sum Føroyar ráða yvir. Náttúrutilfeingi, ið eiga at verða viðgjørd á tílíkan hátt, kunnu vera livandi fiskatilfeingi, aliøki á firðum og á havøkjum, orkutilfeingi t.d. vatn-, vind- og streymasjóøki, og grundøki til vinnuligt brúk.

Sum heild er náttúrutilfeingi tilfeingi, sum er avmarkað í mongd, og har einhvør framíhjárættur er galdandi. Viðvíkjandi fiskatilfeinginum er tað rætturin at veiða, sum eigur at bera gjald, og ikki framleiðsla á landi. Viðvíkjandi aling er tað rætturin at brúka aliøki á firðum og havøkjum, sum eiga at bera gjald, og ikki aling ella virking av alifiski uppi á landi. Viðvíkjandi orkuframleiðslu verður í hesum tíðum umrøtt at taka natúrliga monopolið frá SEV og lata fleiri fyritøkur kappast. Tað hevur her týdning at javnseta kappingarneytarnar og fáa mest úr tilfeinginum.

Verður tilfeingisgjald ikki tikið inn av tilfeingisrentuni, verður trýstið fyri at sleppa framat at fáa part í hesum rættindum sera stórt, tá raksturin hjá verandi fyritøkum gongur væl, og vandin er tí stórur fyri at fáa yvirkapasitet, har tilfeingisrentan verður til rakstrarkostnað og harvið lægri produktivitsvøkstur. 

Endamálið við hesum politikki er at fáa sum mest burturúr búskaparliga í longdini. Harundir er endamálið eisini at optimera tilfeingisrentuna á teimum náttúrutilfeingjum, sum Føroyar ráða yvir, og at optimera føroyska framleiðslu og produktivitetsvøkstur í øllum búskapinum.

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo