Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Sí fleiri myndir

Tórshavnar kommuna: Móttøka var í Tilhaldinum í Tórsgøtu í øllum kavarokinum í morgun, nú Tilhaldið fyllir 25 ár. Veðrið forðaði ikki fyri, at hópur av fólki møttu til hátíðarhaldið.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, ynskti tillukku og hugleiddi eitt sindur um Tilhaldið.

- Tórshavnar kommuna hevur, sum tit sjálvandi vita, altíð verið frammanfyri sína tíð – og tá vit vistu, at 1999 var altjóða eldraár, so gjørdi kommunan sjálvandi tá av at lata okkara eldru í Havn Tilhaldið longu árið fyri, í 1998.

- At byrja við fekk Tilhaldið fígging til raksturin frá Almannastovuni, men tá henda játtan varð strikað, tók Tórshavnar kommuna sjálvandi um endan.

- Soleiðis tryggjaði kommunan eldru borgarunum møguleikar at menna seg og ríka gerandisdagin, sum hevur alstóran týdning fyri lívs­­­dygdina.

- Onkur helt tað kanska var eitt sindur stórtøkið, at lata pensjónistunum fínastu hús í býnum.- Men øll hesi 25 árini hava hesi stásiligu hús staðið sum karmur um gerandis­dagin hjá túsundtals fólkum. Tilboðini hava verið óendaliga mong, tey flestu vald við tí fyri eyga, at tey skulu vera fyribyrgjandi, heilsu­fremj­andi og øll geva lívsdygd.

- Tey, ið fyrimyndarliga hava varðað av húsinum, hava eisini hegnisliga og við virðing fyri søguliga og mentanarliga virðinum, skipað fyri áhaldandi umvælingum og ístand­setan. Og endamálið hjá Tilhaldinum er framvegis at varðveita og menna heilsuna, so lívsdygd fram­hald­andi gong­­u­r aftur sum ein reyður tráð­­ur gjøgnum lívið.

- Tilhaldið er ein stovnur, har hugni, trivni, menning og virðing fyri tí ein­staka er í hásæti, har øll kenna seg væl, fáa nýtt síni evni og førleikar, læra og hava tað stuttligt. Her er ongin limaskapur, øll eru vælkomin.

- Húsið her er frá 1906. Ein vakur og hugtakandi bygningur úr timbri í erva, settur oman á høga kjallaragrund av gróti. Tá bygningurin varð bygdur her á vestara Húsagarðsbøi, kostaði hann 60 túsund krónur.

- Áhugavert at nevna, at samlaði kapitalurin, settur var í Føroya Banka sum filial av Landmandsbanken í 1906, vóru 300 túsund krónur, harav privatir føroyskir íleggjarar einans áttu 5%.

- Føroya Banki flutti í nýgja bygningin í 1958 og í mong ár helt Tekniski Skúlin til her. Tilhaldið virkar undir Heilsu- og umsóknartænastuni. Og hvørt ár á Grækarismessu er aðalfundur í Tilhaldinum, har húsfólkini velja eina nevnd. Nevndin er ráðgevandi hjá leiðaranum, Eirik Suna Danielsen, og hevur fund eina ferð um mánaðin.

- Játtanin í fjør var 1.4 miljón. Í dag eru 3 starvsfólk, umframt rørsluvenjarar, skeiðsundirvísarar  o.o. Og tað møta yvir 300 fólk upp til ymisk tiltøk um vikuna. So hetta eru eini ótrúliga aktiv hús.

- Í dag er so føðingardagur við øllum tí, sum hartil hoyrir – millum annað er ein stuttlig framsýning av góðum fólki og virksemi hesi 25 árini. Eg fari at ynskja øllum hjartaliga tillukku við degnum við bestu ynskjum fyri alt virksemið her í húsinum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, nevndi at enda, at føðingardagsgávan frá Tórshavnar kommunu hesaferð er eitt nýtt ljóðannlegg til Tilhaldið, sum hann vónaði, at øll fóru at verða glað fyri.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo