Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-130/2022 sambært § 52 a í tingskipanini til Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, um bústaðir kring landið

Spurningar:
1. Hvussu nógvar vanligar búeindir, og hvar í landinum, hevur Bústaðir bygt seinastu 4 árini?

2. Hvussu nógvar vanligar búeindir, og hvar í landinum, hevur Bústaðir í gerð?

3. Hvussu stórur partur av hesum verkætlanum er saman við privatum?

4. Hvussu nógvir fyrispurningar eru frá privatum kring landið til verkætlanir saman við Bústøðum, og hevur hetta broytt seg, síðan heimildirnar hjá Bústøðum broyttust í vár?

5. Hvussu nógvar vanligar búeindir, og hvar í landinum, væntar landsstýrismaðurin, at Bústaðir fer at byggja komandi 4 árini?

6. Hvør er grundgevingin fyri, at Bústaðir byggir búeindir í høvuðsstaðnum, tá sera nógvar reint privatar bústaðarverkætlanir eru í gongd har, meðan mynstrið ikki er tað sama kring landið?

Svar
Til spurning 1

Frá 2019 til í dag eru tilsamans 150 vanligar búeindir tiknar í nýtslu. Her eru ikki taldar uppí lestraríbúðir og búfelagsskapir, sum Almannaverkið hevur ávísingarrættin til.

Síðani 2019 eru hesar verkætlanir við vanligum búeindum tiknar í nýtslu:

2019:
- Klaksvík, Biskupstorg, 30 búeindir
- Hvannasund, Sundsvegur 3 búeindir
- Tórshavn, Oman Mattalág, 38 búeindir
Tilsaman 71 búeindir

2020:
- Sandur, Heimasandsvegur, 5 búeindir
- Tórshavn, Óðinshædd 2, fyrsta byggistig, 10 búeindir
Tilsaman 15 búeindir

2021:
- Toftir, Á Kneysum, 10 búeindir
- Sørvágur, Undir Bólheyggi, 5 búeindir
Tilsaman 15 búeindir

2022:
- Tórshavn, Óðinshædd 2, annað byggistig, 20 búeindir
- Tórshavn, Undir Ryggi, 1 búeind
- Vestmanna, Bakkavegur 16, 7 búeindir
- Tórshavn, Blómubrekka, 10 búeindir
Tilsaman 38 búeindir

2023:
- Sandavágur, Steigarbekka 5 búeindir
-  Vágur, Í Mýrunum, 6 búeindir
Tilsaman 11 búeindir

Árini 2019 til 2021 var trupult hjá Bústøðum at fara undir nýggjar verkætlanir, tí heimildin hjá stovninum at taka lán var úttømd. Við løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn frá 26. mars 2022, fingu Bústaðir heimild til at læna tilsamans 450 mió. kr. afturat, harav 250 mió. kr. skuldu brúkast til fíggja bústaðabygging kring landið saman við øðrum íleggjarum. Bústaðir hevur upplýst, at hendan binding hevði við sær eina verri samráðingarstøðu, tí tað merkti, at Bústaðir ikki kundi byggja einsamalt, og at Bústaðir heldur ikki kundi seta gongd á bústaðarbygging, har aðrir íleggjarar seinni koma upp í verkætlanina.

Við løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn frá 22. mai 2023, var kravið um fígging frá øðrum íleggjarum, strikað. Tað gevur Bústøðum størri fleksibilitet og betri møguleika at røkja endamálið at vera landsins bústaðapolitiska amboð, og at lyfta uppgávuna at gera føroyska bústaðamarknaðin meira fjøltáttaðan.

Til spurning 2
Í løtuni eru hesar verkætlanir við vanligum búeindum í gerð:
- Tvøroyri, Heiðatrøðin, 8 búeindir
- Tórshavn, Blómubrekka, 16 búeindir
- Tórshavn, Óðinshædd 2, 39 búeindir
- Tórshavn, Heimasta Horn, 22 búeindir
- Tórshavn, Dalavegur, 44 búeindir
- Streymnes, Heinagerði, 7 búeindir
- Fuglafjørð, Úti á Land, 18 búeindir

Tilsamans eru 154 búeindir í gerð. Her eru lestraríbúðir og búfelagsskapir, sum Almannaverkið hevur ávísingarrættin til, ikki taldar uppí.

Aftrat hesum eru fýra ítøkiligar verkætlanir undir fyrireiking við tilsamans umleið 70 búeindum. Hesar eru allar uttan fyri høvuðsstaðin.

Til spurning 3
Í løtuni er tað bert verkætlanin á Heimasta Horn í Tórshavn, sum Bústaðir eigur saman við Tryggingarfelagnum LÍV, sum verður framd saman við privatum íleggjarum. Hendan verkætlanin er fíggjað av lániheimildini áðrenn kravið um aðrar íleggjarar, og av teirri orsøk bar til hjá Lív at verða partur av verkætlanini, eftir at arbeiðið var farið í gongd.

Til spurning 4
Bústaðir hava upplýst fyri mær, at nógvir fyrispurningar eru frá privatum, frá kommunum, frá arbeiðstakarum, ráðgevum og frá íleggjarum um framtíðar verkætlanir. Støðan hesum viðvíkjandi er ikki broytt síðan kravið um fígging frá øðrum íleggjarum varð strikað við løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn frá 22. mai 2023. Tørvurin á bústøðum er stórur, og áhugin at taka lut í bústaðarbygging somuleiðis stórur.

Til spurning 5
Tað er stýrið fyri Húsalánsgrunnin, sum tekur avgerð um, hvørjar bústaðaverkætlanir farið verður undir og hvar hesar skulu staðsetast. Bústaðir hava støðugt einar 20 – 30 verkætlanarmøguleikar til viðgerðar. Hvørjar verkætlanir farið verður undir veldst m.a. um eftirspurningin eftir leigubústøðum í økinum, um hóskandi byggilendi eru tøk, um ynskir frá kommunum og um møguleikar fyri samstarvi við arbeiðstakarar og ráðgevarar í mun til einstøku verkætlanina.

Til spurning 6
Føroyski bústaðarmarknaðurin eigur at vera fjølbroyttur, so tað eru bústaðarmøguleikar fyri øll. Hetta krevur, at vit hava góðar almennar leigubústaðir. Skulu vit draga ung fólk at seta búgv í landinum, mugu bústaðarviðurskiftini vera nøktandi. Í dag megna øll ikki at vera við á privata bústaðarmarknaðinum, og m.a. tí er tað týdningarmikið, at vit byggja bústaðir um alt landið. Bæði fyri at skapa bústaðarmøguleikar kring landið, men eisini til tess at tryggja eitt fjølbroytt bústaðarmynstur, so ikki bara fólk við høgum inntøkum búleikast í eitt nú miðstaðnum.

Sum fyrru svarini vísa byggir Bústaðir kring alt landið. At mest verður bygt í meginøkinum hongur saman við, at tað er har nógv tey flestu á bíðilistanum hjá Bústøðum ynskja sær ein leigubústað. Høgt kostnaðarstøði í byggivinnuni og høgur rentukostnaður gera, at tryggast er at byggja, har sum eftirspurningurin er størstur. Somuleiðis er tað í meginøkinum, at áhugin hjá øðrum íleggjarum at luttaka er størstur.

Í tann mun tað er fíggjarliga forsvarligt, byggir Bústaðir leigubústaðir kring alt landið, sum yvilitini frammanfyri eisini vísa.

Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna í umhvørvismálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo