Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í knapt 2 ár havi eg siglt hjá Smyril Line við fiski úr Føroyum til Sankta Pætursborg. Hesa tíðina heilsaði eg uppá nógvar russar, og eg kann ikki siga annað enn at teir eru sera fitt fólk. Eg upplivdi tó onkran av teim høgt settu sum minni fyrikomandi.

Vanliga fólkið er óttafult. Tá ein tosar við tey um Putin, tosa øll væl um hann. Summi vilja tó ikki úttala seg um hann. Tað sýnist so at eingin torir at siga nakað ímóti Putin. Ger ein tað, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri viðkomandi.

Viðvíkjandi revsitiltøkum, sum tit nú ætla at Føroyar skal taka undir við, hugsa tit so at tað ger einki at vanliga russiska fólkið kanska kemur at líða hungur og hall orsaka av tiltøkunum? At mammur við smábørnum, sum longu ikki eru so væl fyri, skulu líða enn meira av hesum revsitiltøkum? Halda tit veruliga at tað er í lagi at straffa øll fyri nakað sum nøkur fá gera?

Vanligi russin er ímóti tí sum hendir nú. Russar ynskja ikki kríggj. Russiska stýrið hevur mett at hetta er neyðugt, av tí at teir síggja NATO sum eina hóttan.

Birgir Jakobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo