Fleiri kommunur kring landið sløkkja ljósið frá kl 20.30 til 21.30 í kvøld, tá tiltakið Earth Hour ella Tími Jarðarinnar verður hildin.
Talan er um eitt altjóða tiltak, sum felagsskapurin World Wide Fund for Nature (WWF) skipar fyri síðsta leygardag í mars á hvørjum ári.
Endamálið er at varpa ljós á veðurlagsbroytingar og minka um útlátið av CO2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo