Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Miðflokkurin: Seinasta mikukvøld høvdu nevnd Miðfloksins, løgtingslimirnir og landsstýrismaðurin fund, har avgerð varð tikin um at taka lut í fólkatingsvalinum.

Mett varð, at vit skylda limum og veljarum floksins møguleikan at kunna fara á val og seta krossin við flokkin, tey eru góð við- og kalla sín.

Longu kvøldið eftir varð fyrsta formansumfarið í Sjónvarpinum, har formaður floksins tók lut.  

Dagin eftir sótu vit fýra, løgtingsmenninir, landsstýrismaðurin og floksskrivarin, og tosaðu um, nakað av tí, tú fær við at velja Miðflokkin.

Her er úr rúgvuni:

- Eina djarva kristna rødd, sum í dag manglar á fólkatingi.

- Eina rødd, ið verjir kristnu virðini og kristna menniskjasýnið.

- Eina rødd, ið verjir ófødda barnið og foreldur tess.

- Eina rødd, ið virði, verjir og boðar, at Gud skapti menniskja sum mann og kvinnu.

- Eina rødd, ið boðar tað mótsatta av boðskapinum “Amnesty” og líknandi felagsskapir boða,

- Eina rødd, ið talar søk Ísraels á fólkatingi.

- Eina rødd, ið boðar stóra virði menniskjans í hondum Guds.

- Eitt umboð, ið leggur seg eftir at røkja føroysk áhugamál í DK.

- Og gloym ikki, at við Miðflokkinum veit veljarin, hvønn politik, hann fær.

At fáa sess á fólkating er ein forrættur, sum er tryggjaður okkum føroyingum. Har eru ongar forðingar lagdar, men bjartir møguleikar, sum vit vildu glett okkum at kunna brúkt!

Tín atkvøða kann hjálpa okkum at náða málinum!

Miðflokkurin hevur bókstavin H

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo