Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vit mangla eina veruliga føroyska rødd á Fólkatingi. Eina rødd, sum umboðar okkara áhugamál. Eina rødd, sum ikki bara sigur tað, Mette Fredriksen og danska stjórnin vil hava okkum at siga, men eina føroyska rødd, sum til eina og hvørja tíð talar fyri føroyskum áhugamálum. Vit skulu krevja okkara rætt. Ikki ræðast yvirtøkur, ella renna ørindi fyri Mette Fredriksen og donsku stjórnini.

Tí bjóði eg meg fram til fólkatingsvalið.

At ganga á bonaðu gólvunum á Cristiansborg kann fyri summi tykjast hugnaligt, men Borgin er ein politiskur leikpallur, har týðandi avgerðir verða tiknar.

Er tað ein ynskistøða?

Nei, als ikki, men so leingi vit eru partur av ríkisfelagsskapinum, skulu vit hava eitt sterkt umboð, sum ikki letur seg tøla av donskum milliónum ella sukursøtum miðlum, men sum í øllum lutum arbeiðir fyri Føroyar.

Tað krevur politiskt hegni og handverk.

Tí er tað avgerandi neyðugt, at fólkatingsumboðini hava royndir frá Løgtinginum og Landsstýrinum, tí um tú ikki veitst, hvørjar avbjóðingar eru millum Føroyar og Danmark, hvussu kanst tú so loysa tær?

Sjálvur havi eg verið í Føroyskum politikki í yvir 30 ár, harav 13 ár sum landsstýrismaður: 4 ár í fiskivinnumálaráðnum, 2,5 ár í uttanríkisráðnum og 6,5 ár í fíggjarmálaráðnum

Og eg havi um nakar upplivað avbjóðingarnar millum Føroya Landsstýri og donsku stjórnina. Bæði undir fullveldissamráðingunum, tá danir settu føtir í spenni, men so sanniliga eisini undir makrelstríðnum, tá danir vístu sítt sanna andlit.

Og eg kann bara staðfesta, at hjálpin frá okkara fólkatingsumboðum hevur verið soltin, ja, í summum førum beinleiðis strítt í móti landsstýrisins ynskjum. Skulu vit fáa nakað í gjøgnum, mugu vit tosa við einari føroyskari rødd.

Danir hava í nógv ár sýtt okkum limaskap í heimshandilsfelagsskapinum WTO. Vit skulu yvirtaka okkara egna loftrúm, og harvið fáa fleiri førleikastørv og inntøkur, men tað hava danir eisini sýtt okkum fyri. Vit skulu yvirtaka Íleggingargrunnin. Tað hevur verið okkara ynskið hetta valskeiðið, men danir hava malið og kannað, tí einki skal henda.

Hvat hava okkara fólkatingsumboð gjørt, kanst tú spyrja, men svari kennir tú nokk. Teir hava ikki grett orð um tað, tí tað sampakkar ikki við áhugamálini hjá Mette Fredriksen ella donsku stjórnini.

Annar fólkatingsmaðurin er viðkvæmur fyri yvirtøkum, meðan hin er ørindadrongur hjá Mette Fredriksen.

Føroyska tjóðin hevur uppiborið betur. Vit eru eitt sjálvstøðugt fólkaslag, sum megnar tað ófatiliga, tá vit arbeiða og stríðast fyri einari og somu søk. Tað hava seinastu árini prógvað í ólukkumát.

Hetta má og skal eisini endurspeglast á Borgini, har vit eiga tveir fólkatingssessir.

Vit hava brúk fyri einari rødd, sum veruliga virkar fyri, at vit fáa tað, vit eiga. At vera ovurviðkvæmur fyri yvirtøkum, ella sum hin, sum rennur ørindi fyri Mette Fredriksen, byggir hvørki brýr ella land. Við teimum royndum, eg havi í løgtinginum og landsstýrinum, bjóði eg meg fram at umboða Føroyar á Fólkatingið.

Jørgen Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo