Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Nýstovnaða Filmshúsið skal ganga á odda fyri føroyskari filmsframleiðslu. Filmshúsið hevur stórar ætlanir og leiðarin, ið lýst hevur verið eftir, er nú funnin.

Tina í Dali Wagner, sum í mong ár hevur staðið á odda fyri fyri Den Danske Filmskoles Efteruddannelse, tekur við starvinum 1. mars 2018.

Tina í Dali Wagner hevur 25 ára royndir frá Den Danske Filmskoles Efteruddannelse, har hon hevur skipað fyri skeiðum, seminarum og workshops fyri yrkis filmsfólk úr Danmark og hinum Norðanlondunum.

Saman við stýrinum fyri Filmshúsið, skal Tina í Dali Wagner arbeiða fram í móti at seta Føroyar á heimskortið sum filmsland.

”Millum mongu og góðu umsóknirnar úr Føroyum og útlondunum hava vit valt Tinu í Dali Wagner. Hon er júst tað vit hava leitað eftir. Hon er fakliga sterk, hevur eitt breitt netverk og eina persónligheit og eitt ágrýtni, ið okkum tørvar í strembanini eftir at útinna tær ætlaniranr og uppgávur, ið politiski myndugleikin og føroyska filmsumhvørvið hava álagt Filmshúsinum”, sigur Jan Berg Jørgensen, stýrisformaður fyri Filmshúsið.

Sjálv sigur Tina í Dali Wagner: ”Tað er ein frámíhjárættur, at eg sleppi at vera við í tilgongdini at byggja Filmshúsið upp, at seta Føroyar á kortið sum filmsland, umframt at skapa synergi á einum høgum fakligum støði. Eg fari at arbeiða fyri at skapa best hóskandi møguleikar fyri filmsumhvørvið og samstundis útvikla tað heilt unga og evnagóða ættarliðið, so Føroyar kunnu fáa sína egnu fjølmiðlaumferð, ið kann gerast ein natúrligur partur av tilvitanum hjá Føroya fólki. Tað er ein áhugaverd og hugspennandi avbjóðing, sum
eg gleði meg til at fara undir”.

Filmshúsið húsast á Vestaru Bryggju 15, 2. hædd, Tórshavn. Í stýrinum fyri Filmshúsið sita Marjun Niclassen, Jón Hammer og Jan Berg Jørgensen, sum er formaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo