Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sambandsflokkurin: Mánadagin 22. apríl skipar Sambandsflokkurin fyri fakligari ráðstevnu um Viðgerðartrygd í Føroyum - tíni rættindi sum sjúklingur. Ráðstevnan verður í Tórshavn í Perluni, kl. 13-16.

Heilsuøkið hevur hægstu raðfesting í okkara vælferðarsamfelag. Sambandsflokkurin hevur altíð arbeitt fyri at styrkja og menna okkara heilsuverk. Onnur lond, sum vit vanliga samanbera okkum við, hava fyri nógvum árum síðani sett í verk skipan við viðgerðartrygd. Hetta er gjørt við lóg, har ásett er eitt fast tíðarskeið fyri útgreining og viðgerð, tilboð um annað viðgerðarstað, um ein ikki sleppur framat hjá tí almenna og viðgerðartrygd fevnandi um somatiska og psykiatriska økið.

Bárður á Steig Nielsen, floksformaður, setur ráðstevnuna og fer at greiða frá um endamálið við ráðstevnuni, umframt um innihaldið.

Á skránni verða fýra framløgur:

- Viðgerðartrygd í Føroyum, bíðilistar, læknatrot o.a. - gongdin higartil og framyvir. Steinar Eirkistoft, stjóri í Sjúkrahúsverkið Føroyar

- Viðgerðartrygd í Danmark - ein faklig og formlig allýsing. Jes Søgaard, Sundheds­økonom - Professari á Cohere, SDU

- Bygnaður og elementir í einari skipan við viðgerðartrygd, umframt krøv. Per Busk Sørensen, fyrrv. sjúkrahússtjóri á Esbjerg og Grindsted Sygehus

- Krabbameinsfelagið um viðgerðartrygd. Durita Tausen, forkvinna í Krabbameins­felagnum

At enda verður skipað fyri einum kjakpaneli við 4 luttakarum við evninum: Hvussu kann viðgerðartrygd setast í verk í Føroyum?

“Ráðstevnan gevur eitt fakligt innlit í, hvussu eitt nú danir hava skipað sína viðgerðartrygd, formliga og í praksis. Tíðin er nú komin, at vit politiskt gera nakað ítøkiligt fyri, at viðgerðartrygd veruliga kann setast í verk í Føroyum”, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður.

Meira kunning um skránna fæst á heimasíðuni: www.samband.fo , Facebook hjá Sambandsflokkinum og frá Floksskrivstovuni, tlf. 312492.

Øll eru vælkomin á ráðstevnuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo