Skúlablaðið: Flestu lærarar munnu bara yppa øksl og lata tað fara aftur við borðinum, men tað liggur tó okkurt áhugavert í hesum útsagnum.
Tað er nokk einki at ivast í, at tey flestu, sum siga soleiðis um lærarar, fyrst og fremst hugsa um frítíðina hjá lærarum, t.d. summarfrítíð ella jólafrítíð.
Tá ið tað so er sagt, og viðkomandi kanska hugsar seg eitt sindur um og letur tankan um at vera lærari sodna, kemur viðkomandi ofta skjótt til ta niðurstøðu, at hann kortini ikki hevði viljað verið lærari.
So er sjálvandi áhugavert at spyrja hví. Hví er lærarastarvið kortini ikk nakað at tráa eftir hjá nógvum?
Tað stutta svarið er, at tað ikki er so sára lætt og einfalt at vera lærari.
Sum so mong onnur størv er tað eitt ógvuliga krevjandi starv, men samstundis eisini gevandi. Uppgávan er stór bæði fakliga og menniskjaliga, skrivar Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo