Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tú gloymir at siga fólki, at samgongukreppan fyri einum ári síðani uppstóð, tí tinglimir í fólkaflokkinum, saman við sambands, atkvøddu fyri andstøðuuppskotinum um sammøður, og eiga tit, fólkaflokkurin, tí ognarskap í uppskotinum um sammøður!

Tit høvdu undirskriva eitt samgonguskjal, sum tit uttan at blunka við svíktu og brutu, heldur enn at seta hart móti hørðum og um neyðugt líta samgonguna! Men tað var heldur ikki fyrstu ferð tit svíktu, tá á stóð.

At skifta tvey landstýrisfólk út við tvey onnur er ikki at offra nakað sum helst, tað var neyðarsligt!!!

Miðflokkurin offraði ultimativt, tá eg noktaði at senda bræv til Bisp, sum hevði givið honum heimild at krevja av prestum, at teir skuldu skriva kvinnur at vera pápar at børnum. Har valdi eg at lýða Gud meir enn menniskju- og tað kostaði mær sessin.

Men haldi bara fram við at rósa hvør øðrum og spjaða ósannindi um Miðflokkin. Tað sømir seg lítið, men vit fara til eina og hvørja tíð taka okkum rætt til at svara aftur! Og gloym ikki: mong minnast betri enn tit halda!

Jenis av Rana
Formaður Miðfloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo