Vaktarskipið Tjaldrið fer at hjálpa til við leitingini eftir teimum báðum av manningini á Kambi, sum eru saknaðir, skrivar KVF.
Sambært KVF hava bæði Challenger-flogfarið hjá donsku verjuni og bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi verið við í leitingini seinnapartin eftir teimum báðum av manningini á Kambi, sum eru saknaðir.
Flogfarið og tyrlan góvust at leita, tá tað gjørdist myrkt, men Brimil sum samskipar leitingina heldur fram í nátt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo