40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vága Tjóðveldisfelag: Ásla Leila Birgarsdóttir Johansen og Ingolf Sólheim Olsen stilla upp fyri Tjóðveldi.

Ásla Leila er 31 ára gomul, og býr í Miðvági. Ásla Leila er kend sum býráðslimur í Vága Kommunu, og hon arbeiðir fulla tíð sum skrivari hjá Barnaverndartænastuni í Vágum.

Hjartamálini hjá Áslu Leilu eru millum annað hesi:

- Barna- og ungdómsøkið skal hava nógv hægri raðfesting og Barnamálaráð eigur at verða sett á stovn

- Almennar skipanir, sum longu finnast, skulu virka enn betur

- Skipast skal fyri vaksnamannalæru, fleir yrkis og handaligum útbúgvingum, og 10. flokkur eigur at vera partur av eini yrkisútbúgving

- Vit skulu hava fjølbroyttari bústaðarmøguleikar, so øll kunnu fáa tak yvir høvdið

Ingolf hevur áður sitið á Løgtingið, og síðstu setu hevur hann sitið sum 2. varamaður. Ingolf sat á tingi og í samgongu, og var ein av undangongumonnunum, tá skipanin um menningarkvotur sá dagsins ljós, og sum vit í Vágum fáa góðan ágóða av í dag. Í løtuni arbeiðir hann freelance sum tíðindafólk umframt, at hann tekur náttarvaktir á Heilbrigdinum.

Hjartamálini hjá Ingolf eru millum annað hesi:

- Minka ríkisveitingina og yvirtaka løgreglu og rættarskipan

- Arbeiðsmarknaðurin – m.a. stytta arbeiðsvikuna og fáa sjúkradagpengarnar hjá verkafólki og fiskimonnum á sama stig sum hjá restini av arbeiðsmarknaðinum

- Hækka fyritíðarpensjónirnar

- Bøta so mikið um fíggjarligu korini hjá einligum forsyrgjarum, at tey kunnu verða før fyri at útvega sær egnan bústað

- Gera ábøtur í fiskivinnuskipanini – m.a. javnseta menningarkvoturnar við hinar kvoturnar í uppsjóvarvinnuni 

Til ber at fylgja Áslu Leilu her.

Til ber at fylgja Ingolfi her.

Øll eru vælkomin at skriva til okkara um eitt hvørt er at spyrja um, og okkara valevni svara sjálvsagt einum hvørjum fyrispurningi.

Vága Tjóðveldifelag fer at hava nøkur tiltøk fram til valdagin. Vit fara at lýsa við tiltøkunum, so hvørt tey nærkast á okkara facebook síðu (https://www.facebook.com/vagatjodveldisfelag).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo