Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Rúsdrekka er rúsdrekka. Og tað hevur Rúsdrekkasøla Landsins einkarrætt til at flyta inn, fekk ein familja at vita, sum fekk nakrar fløskur av rúsandi løgi konfiskeraðar, hóast alkoholinnihaldið bert var 2,7% og 5,1% vol.

Tað hildu tey lítið um, tí talan var um eina jólagávu, og tey valdu at kæra TAKS sum hevði verið í pakkanum áðrenn tey. 

- Hesir løgirnir eru minni skaðiligir enn allar vørunar vit kunna keypa okkum í rúsunum kring landið, og tí óskiljandi fyri okkum. Samstundis eru gløsini í pakkanum brotin, sum vóru ætlað okkum at drekka løgin av, sigur kærarin millum annað í kæruni.

Men rúsdrekkalógin er greið, og sambært henni og tollógini skuldi vøran takast úr pakkanum og burturbeinast, áðrenn pakkin varð útflýggjaður. 

Kæra og avgerð kunnu lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo